1704 nýggir covid-19 tilburðir i Noregi

32 sjúklingar liggja í løtuni á intensivari deild, harav 13 liggja í respiratori.

 

 

Seinasta samdøgur vórðu staðfestir 1704 nýggir koronu-tilburðir í Noregi, og av hesum vórðu 526 í norska høvuðsstaðnum, Oslo. 

 

Samanlagt er hetta 81 tilburðir færri enn seinasta týsdag.

 

Miðaltalið av covid-19 tilburðum í Noregi seinastu sjey dagarnar er 1428 um dagin. Í vikuni frammanundan hevði Noreg 1335 tilburðir um dagin.

 

Tað merkir, at smittutalið í løtuni er veksandi.

 

Týsdagin lógu 103 fólk á norskum sjúkrahúsum við covid-19. Tað er níggju fleiri enn dagin fyri.

 

32 sjúklingar liggja í løtuni á intensivari deild, harav 13 liggja í respiratori. Tað eru tvey færri á intensiv - og ein minni í respiratori enn dagin fyri.

 

Talið av deyðum í Noregi er nú komið upp á 823, harav av 18 vóru yngri enn 50 ár.