Bileftirlit Føroya hevur skrásett 1717 nýggj akfør higartil í ár. Hetta eru 247 fleiri enn sama tíðarskeið í fjør.
Nógv tey flestu akførini eru vanligir persónbilar. Skrásettir eru 1308 nýggir persónbilar í ár í mun til 1106 bilar í fjør. Hetta er ein hækking uppá góð 18%, vísa hagtøl frá bileftirlitinum.
Hesi hagtøl benda tí á, at hugurin at keypa bilar ikki er minkaður aftur, eftir at fólk hava keypt nýggjar persónbilar, sum tey hava skift hosur seinastu árini. Bilasølurnar hava eftir øllum at døma enn góðar dagar.
268 nýggir vørubilar eru skrásettir í hesum árinum. Sama tíðarskeið í fjør vórðu 253 nýggir bilar skrásettir í hesum vørubólkinum. Nevnast kann eisini, at talið av viðfestivognum er hækkað úr 50 nýggjum í 2000 upp í 83 nýggjar viðfestivognar í 2001.