173 umsóknir gjøgnum kvotu 2

Størsti áhugi er fyri at lesa til sjúkrarøktarfrøðing og lærara

173 fólk høvdu søkt um upptøku til útbúgvingarnar hjá Fróðskaparsetrið Føroya, tá freistin at søkja gjøgnum kvotu 2 var úti mikudagin í síðstu viku.


Talan er um ein vøkstur í talinum av umsóknum á 24 umsóknir, tí í fjør vóru 149 umsóknir til upptøku gjøgnum kvotu 2.


Hagtølini hjá Fróðskaparsetrinum vísa, at tað serliga eru kvinnur, ið søkja gjøgnum kvotu tvey. Av teimum 173 umsóknunum vóru 120 umsóknir frá kvinnum, ið er umleið 70 prosent av øllum umsóknunum.


Uppgerðin hjá Fróðskaparsetrinum vísir, at serliga gravgangur er at lesa til sjúkrarøktarfrøðing, lærara og námsfrøðing. 46 fólk hava søkt at lesa Sjúkrarøkt, 39 til lærara og 37 til námsfrøðing.


14 umsóknir eru til Búskaparfrøði, 12 til KT-verkfrøði, 7 til Mýlsk lívfrøði, 4 til Føroyskt, 4 til Søgu, 4 til Hjánám í støddfrøði, 3 til Sosialvísind, 2 til Havlívfrøði og 1 til Vistfrøði.


Umleið 30 prosent av teimum, ið søkja gjøgnum kvotu 2, verða tikin inn. Umsøkjararnir fáa svar í seinasta lagi mikudagin 20. juli 2016.