Eysturkommuna skrivar á heimasíðuni, at hetta er byggistig 2 á Fløtugerði, har 18 nýggj grundstykki vórðu útstyukkjað fyrraárið. Fleiri nýggj hús standa í løtuni í gerð, og nú verður stykkjað út til enn fleiri bústaðir.
Teknistovan í Gøtu hevur gjørt uppskotið til byggistig 2 av útstykkingini, og hetta skal viðgerast av teknisku umsiting áðrenn tað verður endaliga góðkent. Tá hetta er góðkent er klárt at bjóða arbeiði út.
– Áhugin at seta búgv í Eysturkommunu er stórur. Fyri sløkum mánað síðan vórðu 27 grundstykki seld við Myllá í Norðragøtu. Nógv sótu klár við knappaborðið, tá grundstykkini vórðu sett til sølu tann 8. mars kl. 12.00, og eftir lítlari løtu vóru tey flestu grundstykkini umbiðin. Nakrar dagar seinni vóru øll grundstykkini farin, skrivar kommunan.
##med2##
Fólkatalið veksur eisini støðugt. Í februar í ár búðu 2.214 fólk í Eysturkommunu, sum er fjórðstørsta kommuna í landinum. Hetta er ein vøkstur á 58 íbúgvar seinasta árið. Seinastu fimm árini er fólkatalið vaksið 10,8%.
Eftirspurningurin eftir alternativum bústøðum er stórur. Tí hevur býráðið sett sær fyri at fáa gongd á íbúðarbygging fyri at fáa fleiri bústaðir í kommununi. Á býráðsfundi 28. januar samtykti býráðið at bjóða økið norðanfyri Gøtubrá í Norðragøtu út til íbúðarbygging. Á býráðsfundi 25. feb. samtykti býráðið eisini at gera økið í Syðrugøtu klárt til íbúðarbygging. Og nú samtykti býráðið á seinasta fundi 24. mars at seta gongd á útstykkingina í Leirvík, bæði til vanlig grundstykkir og til íbúðarbygging.