Tó er loyvt hjá 16 ára gomlum at skjóta við høglbyrsu, tá ið tey eru saman við vaksnum fólki yvir 18 ár.
Aldursmarkið fyri at brúka seyðabyrsu er 16 ár.
Fugl er bara loyvt at skjóta við byrsu, sum í mesta lagi hevur tvey skot, men í haruveiði er ongin avmarking.
Summi hava havt illgruna um, at tað er eitt mistak, at tað ikki eisini er galdandi fyri haruveiði, at byrsur í mesta lagi kunnu hava tvey skot,
Løgreglan sigur, at í dag fáast høglbyrsur, sum hava heilt upp í 18 skot og eisini tær eru lógligar at keypa í Føroyum og at skjóta haru við, men ikki fugl.
Hinvegin er ikki loyvt at eiga skammbyrsu ella riflu, uttan við serligum loyvi frá løgregluni.
Men tað skal nógv til fyri at fáa serloyvi, og tað eru at kalla bara alarar, sum fáa serloyvi fyri at verja aliringarnar fyri kópi, sum leggjast á ringarnar og skræða nótirnar at fáa fatur á laksinum.
Onkur einstakir, sum hevur útlendskt veiðuprógv, og sum plagar at ferðast uttanlands á veiðiferð, hevur eisini fingið loyvi at eiga riflu og at goyma hana her í Føroyum, men tað er ikki loyvt at brúka hana í Føroyum.