Eirikur Lindenskov
Við 18 atkvøðum fyri, sjey atkvøðum ímóti og sjey blonkum atkvøðum samtyktu løgtingsmenn sær 8.914 krónur í lønarhækkan umframt eina skattafría samsýning upp á 2.000 krónur um mánaðin. Úr 16.067 og upp í 24.981 + 2.000 skattafríar krónur.
Afturat hesum fáa tingmenn uttan fyri Havnina ferðaískoyti og dagpengar.
Í viðmerkingum til uppskotið verður sagt, at økt arbeiði hjá løgtinginum og broyting í viðurskiftunum millum løgting og landsstýri gera tað neyðugt at gera nýggja skipan fyri lønir og eftirlønir løgtingsmanna.
Yvirtøkur ført
til meira arbeiði
Sagt verður, at við árunum eru fleiri og fleiri málsøki í heimastýrislógini yvirtikin sum sermál. Lóggávan er flutt frá Fólkatinginum til løgtingið, og umsitingin er flutt frá donskum ráðharrastovum og ríkisumboðnum til landsstýrið.
? Hetta hevur ført við sær, at lóggávuarbeiðið hjá løgtinginum er munandi økt. Samstundis verður her eins og í grannalondunum kravt, at lóggávuarbeiðið verður betrað, at málini eru væl gjøgnumarbeidd, og at helst ongar villur skula vera í einari lýstari løgtingslóg.
Fyri at náa hesum er løgtingsskrivstovan ment, men tann politiska viðgerðin í tinginum - og serliga nevndunum - hevur ikki ment seg tilsvarandi, sigur formansskapurin í uppskotinum, sum varð endaliga samtykt í gjár.
Og víðari verður grundgivið:
? Við nýggju stýrisskipanini er greiður skilnaður gjørdur millum landsstýrið og løgtingið.
Áður lá ein partur av umsitingini bæði hjá landsstýrinum og løgtinginum við tað, at ávísar umsitingarligar avgerðir skuldu takast bæði í landsstýrinum og í einari løgtingsnevnd.
Tingnevndir skulu
ikki longur umsita
Løgtingsnevndirnar hava einki umsitingarvald longur, og tað hevur við sær, at løgtingið ikki fær tað innlit í umsitingarlig mál, sum tað hevði frammanundan. Skal nakar javni vera millum umsitingarvaldið og lóggávuvaldið, er tí neyðugt, at Løgtingið ger sær størri ómak við lóggávuarbeiðinum, tí tað er her, løgtingið hevur beinleiðis vald.
Formanssakpurin sigur eisini í viðmerkingunum, at umframt gjøgnum greiniligari lóggávu hevur løgtingið møguleika at hava eftirlit við landsstýrinum gjøgnum fyrispurningar. Munnligir og skrivligir fyrispurningar kunna útvega greiðar upplýsingar frá landsstýrinum um ávís mál. Orðaskifti um fyrispurningar kunna geva landsstýrinum eina ábending um, hvat løgtingið heldur.
Tingmenn ikki stundir til fyrispurningar
Tíverri fáa fyrispurningar sjáldan ta umrøðu, teir hava uppiborið. Orsøk er at halda, at tingmenn hava ikki stundir at seta seg nóg væl inn í spurningar og svar, og at teir tí ikki kunna luttaka nóg nógv í orðaskiftinum.
Út frá tí, sum nevnt er omanfyri, ger formansskapurin ta niðurstøðu, at løgtingsarbeiðið er so nógv økt, broytt og krevjandi, at løgtingsmenn muga hava løgtingsarbeiðið sum fulltíðarstarv ella í minsta lagi sum høvuðsstarv.
Bara hálvt a
lment starv
Formansskapurin í løgtinginum sigur, at prinsippið í nýggju lønarskipanini er, at løgtingsarbeiðið verður mett sum eitt starv. Tí er skipanin við fundarpengum tikin av. Nevndarformenninir, sum hava eykaarbeiði av at fyrireika og leiða fundirnar, varðveita sína føstu samsýning, sum er 2.500 kr. um mánaðin.
Tingmenn í almennum starvi fáa eftir hesum uppskoti loyvi at røkja helvtina av møguligum borgarligum starvi. Ongar avmarkingar eru fyri tingmenn í privatari vinnu.