1800 fólk hava sæð Ludo

Síðani 12. september hevur filmurin Ludo hjá Katrini Ottarsdóttir verið sýndur dagliga í Havnar Bio, í Atlantiis Bio í Klaksvík og í lítla Biografinum undir Gøtuni hjá Thomasi Koba á Sandi.

Síðani 12. september hevur filmurin Ludo hjá Katrini Ottarsdóttir verið sýndur dagliga í Havnar Bio, í Atlantiis Bio í Klaksvík og í lítla Biografinum undir Gøtuni hjá Thomasi Koba á Sandi.

 

Filmurin hevur fingið sera góð ummæli frá t. d. bloggarunum Kinnu Poulsen

www.listaportal.com/tidindi/2014/9/11/sgan-um-eina-mir

 

og Birgiri Kruse

birkblog.blogspot.dk/2014/09/undir-veingjabreii-sinnissjukunnar.html

 

Íroknað frumsýningina í Norðurlandahúsinum hava nú umleið 1800 fólk sæð filmin – 1075 í Havnar Bio, 200 í Klaksvík, 140 á Sandi - og útvið 400 á frumsýningini í Norðurlandahúsinum.

 

Filmurin gongur framvegis í Havnar Bio og Atlantis – í hvussu er hesa vikuna afturat.

 

Lesið eisini: Ludo nú á donskum løriftum

 

Longu áðrenn Ludo varð frumsýndur í Føroyum var hann umbiðin til árligu filmsstevnuna í Reykjavík, Reykjavík International Film Festival. Stevnar er í hesum døgum og verður Ludo sýndur tríggjar ferðir á stevnuni, millum annað í størsta í slendska biografinum, Háskólabió.