183 metrar boraðir í síðstu viku

Tilsamans eru nú góðir 1.4 kilometrar lagdir afturum av Eysturoyartunlinum

Arbeiðið at bora Eysturoyartunnilin gongur væl. Eftir ætlan skuldu borast góðir 100 metrar um vikuna, tá bæði liðini komu at koyra við fullari orku. Tað hevur hildið sær væl higartil.

 

Arbeiðið var niðurlagt í tvær vikur um ólavsøkumundið, men byrjaði aftur 31. juli, tó bert við einari vakt. Nú verður aftur arbeitt í tveimum vaktum og tað sæst aftur á tølunum.

 

Fyrstu vikuna eftir ólavsøku vórðu boraði góðir 78 metrar. 37 metrar á Strondum og 41 metrar á Hvítanesi.

 

Seinnu vikuna eftir feriuna, vóru boraðir 145 metrar tilsamans. 70 metrar á Stondum og 75  metrar á Hvítanesi.

 

Seinasta vika gjørdist ein av teimum heilt góðu. Á Strondum vórðu sprongdir 97 metrar og á Hvítanesi vórðu 86 metrar sprongdir. 183 metrar tilsamans.

 

Í alt eru nú boraðir 826 metrar á Strondum og 595 metrar á Hvítanesi. Tilsamans eru nú 1421 metrar. Borast skulu tilsamans 11 kilometrar.

 

Kelda: estunlar.fo.