Miðalprísurin fyri øll fiskasløgini samanlagt á Fiskamarknaði Føroya í gjár var 13,04 krónur fyri kilo. Fiskamarknaður Føroya seldi í gjár tilsamans 186 tons á uppboði fyri góðar 2,4 miljónir krónur. Miðalprísurin fyri øll fiskasløgini samanlagt var 13,04 krónur fyri kilo.
Av hesum 186 tonsunum vóru 111 tons toskur, harav nógv tær størstu nøgdirnar vóru av toski 3 og toski 4.
Miðalprísurin fyri tosk 3 var 16,30 krónur, og miðalprísurin fyri tosk 4 var 10,61 krónur fyri kilo.
Næst størstu nøgdirnar vóru av hýsu. Her var serliga talan um hýsu 2, sum fekk miðalprísin 12,09 krónur fyri kilo.
Tilsamans 56 tons av hýsu vórðu seld á marknaðinum í gjár. Lægsti miðalprísurin var 6,26 krónur fyri kilo.
Miðalprísurin fyri longu var omanfyri 13 krónur fyri kilo. Prísirnir fyri brosmu lógu úr 3,57 upp í góðar 10 krónur fyri kilo.