Í minsta lagi 19 doyðu, tá eitt flogfar royndi at neyðlenda á Lake Victoria í Tansania. 43 fólk vóru við flogfarinum. - Foto: Stringer/Reuters

19 doyðu í flogvanlukku í Tansania

43 fólk vóru í einum flogfari, sum datt niður. Í minsta lagi 19 doyðu. Flogfarið royndi eftir øllum at døma at neyðlenda á vatni.

 

Í minsta lagi 19 doyðu, tá eitt flogfar royndi at neyðlenda á Lake Victoria í Tansania. 43 fólk vóru við flogfarinum. - Foto: Stringer/Reuters

19 fólk doyðu, tá eitt ferðafólkaflogfar við 43 fólkum umborð royndi at neyðlenda á Lake Victora í Tansania í dag.

– Talið av deyðum er hækkað til 19, sigur Kassin Majaliwa, forsætisráðharri.

Flogfarið royndi at lenda á Bukoba flogvøllinum, upplýsir almenna tíðindastovan TBC. Flogvøllurin er bara 100 metrar frá vanlukkustaðnum.

Bjargingarbátar og bjargingarfólk vóru skjótt send út til flogfarið sambært Tanzanias Broadcasting Corporation (TBC). Nøkur ferðafólk vórðu bjargað úr flogfarinum og fingin á sjúkrahús. Men í nógvar tímar eftir vanlukkuna var óvist, hvussu nógv høvdu látið lív.

 

##med2##

Video og myndir á sosialum miðlum stutt eftir vanlukkuna vístu, at flogfarið nærmast var undir vatni. Bara grøna og brúna velið sást oman fyri vatnskorpuna.

Flogfarið var frá flogfelagnum Precision Air.

Precision Air er størsta privata flogfelagið í Tansania.

##med3##

Løgregluleiðarin á staðnum, Albert Chalamila, upplýsir sambært sambært AFP, at 39 ferðafólk, tveir flogskiparar og tvey kabinustarvsfólk vóru í flogfarinum.

Flogfarið kom úr størsta býnum í Tanzania, Dar es-Salaam, sum í veruleikanum er landsins høvuðsstaður, hóast býurin Dodoma er almenni høvuðsstaðurin.

Forsetin í Tansania, Samia Suluhu Hassan, víst sína sorg um vanlukkuna.

– Eg havi við sorg fingið tíðindi um vanlukkuna við Precision Air flogfarinum. Vit biðja um, at Gud vil hjálpa okkum, skrivar hon á Twitter.

Lake Victoria er størsta vatn í Afrika.

Flogvanlukkan hendir fimm ár eftir, at 11 fólk doyðu, tá eitt flogfar frá felagnum Coastal Aviation datt niður í norðrara parti av Tansania.

/ritzau/Reuters

 

##med4##

 

##med5##

##med6##

##med7##

##med8##

##med9##

##med10##

##med11##


 

 

Í minsta lagi 19 doyðu, tá eitt flogfar royndi at neyðlenda á Lake Victoria í Tansania. 43 fólk vóru við flogfarinum. - Foto: Stringer/Reuters