19 eru nýggir á listanum

Fleiri av nýggju monnunum vera á vøllinum, tá ið HB í kvøld fær vitjan av B68

Í dag er veðrið í parti við fótbóltinum. Tað er turt og stilt og heiður himin, og forsøgnirnar siga, at soleiðis verður tað í allan dag. Í kvøld klokkan 18.30 verður fyrsta bríksl í ársins bestu landskapping hjá monnum, tá ið HB fær vitjan av B68.

 

HB, sum í fjør endaði á triðja plássi, og sum síðsta leygardag vann Stórsteypið við 2-0 sigri ímóti Víkingi, verður roknað at vera stórfavorittur. B68 endaði í fjør á áttanda plássi, og tað var á síðsta leikdegi, at B68 bjargaði sær sessin í bestu deildini.

 

Felags fyri HB og B68 er tað, at talan hevur verið um nógvar skiftingar síðani í fjør. Hjá B68 eru níggju spælarar nýggir í felagnum, og hjá HB eru 10 spælarar nýggir í felagnum. Síðsti nýggi spælarin á HB listanum er norski álopsspælarin Jonas Enkerud, sum akkurát er komin í Gundadal.

 

Hjá HB eru fleiri spælarar burtur, sum í fjør vóru nógv á liðnum. Her verður hugsað um Teit Matras Gestsson, sum er givin, og Hanus Sørensen, Samuel Johansen Chukwudi og Áka D. Samuelsen, sum nú royna seg uttanlands. Aðrir spælarar eru ikki longur í Gundadali, tí felagið hevur skift teir út. Her verður eitt nú hugsað um Mikkel Dahl og Emmanuel Duah. Í HB verður arbeitt við at útleiga Marley Blair og Mohamed Samba.

 

Nýggju HB spælararnir eru málverjarnir Reinis Reinholds og Bjari Vitalis Mørk og Áki Johannesen, Klavs Kramens, Heini F. Sørensen, Dan í Soylu, Marley Blair, Bartal Páll Klein, Emil Grønn Pedersen og Jonas Enkerud. Tað er greitt, at Áki Johannesen, sum í vetur flutti úr B68 og til HB, ikki er tøkur. Hann er skaddur og hevur ikki enn vant saman við nýggju liðfeløgunum.

 

Tað er møguleiki fyri, at fimm av nýggju spælarunum vera millum teir fyrstu ellivu í kvøld: Reinis Reinholds, Klavs Kramens, Heini F. Sørensen, Dan í Soylu og Emil Grønn Pedersen.

 

Hjá B68 eru fleiri spælarar burtur, sum í fjør vóru nógv á liðnum. Her verður millum annað hugsað um Áka Johannesen, Ragnar Samuelsen, Brian Jakobsen, Villiam Emil Klein og Bartal Páll Klein.

 

Nýggju B68 spælararnir eru Rasmus Nilsson, sum í fjør var eykamálverji í HB, Jákup N. Vilhelmsen (KÍ), Ragnar Steinhólm (NSÍ), Marjus Nón (Skála), Magnus Holm Jacobsen (HB), Emanuel Mj Kulego, Tóki á Lógv (KÍ), Djóni Samuelsen (HB) og Martin Klein Joensen, sum er fluttur úr Víkingi og út á Toftir.

 

Tað er møguleiki fyri, at fýra av nýggju spælarunum vera millum teir fyrstu ellivu í kvøld: Jákup N. Vilhelmsen, Magnus Holm Jacobsen, Emanuel Kj Kulego og Martin Klein Joensen.

 

Í fjør endaðu allir tríggir dystirnir millum HB og B68 1-0. HB vann 1-0 á heimavølli og 1-0 á útivølli, og B68 vann 1-0 á heimavølli.

 

HB – B68: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 18.30.