19 fólk deyð í eldi í íbúðarbygningi í New York

Níggju børn og tíggju vaksin er deyð eldsbruna í einum íbúðarbygningi í 19 hæddum í New York býarpartinum Bronx.

 

Ein eldsbruni í einum íbúðarbygningi í Bronx í New Yorki hevur í dag kostað minst 19 <mannalív. - Foto: Scott Heins/Ritzau Scanpix

Í minsta lagi 19 fólk eru deyð eftir ein brand í einum íbúðarbygningi í New York-býarpartinum Bronx í USA.

Tað upplýsir Eric Adams, borgarstjóri.

Sambært tíðindastovuni AP eru níggju av teimum deyðu børn.

– Vit vita, at vit hava 19 fólk, har tað er váttað, at tey eru deyð, eins og fleiri onnur, sum eru illa fyri, sigur Eric Adams við CNN.

– Hetta er ein ræðulig og svár løta fyri New York, og eldurin fer at føra til pínu og vónloysi í býi okkara. Hetta er ein av ringastu eldunum í søgu okkara.

Áðrenn fyribils talið av deyðum var almannakunngjørt, ljóðaði, at tilsamans 63 fólk høvdu fingið skaða, harav 32 vóru koyrd á sjúkrahús við lívshóttandi skaðum.

Eldurin byrjaði umleið klokkan 11 lokala tíð í eini íbúð á aðru hædd. Síðani breiddi roykurin seg til allar 19 hæddirnar, upplýsir Daniel Nigro, sløkkiliðsstjóri, sambært New York Times.

– Sløkkiliðsfólk funnu offur á øllum hæddum á trappunum, sigur Daniel Nigro.

Tilsamans 200 sløkkiliðsfólk vóru á staðnum at sløkka eldin. Orsøkin til eldin er enn ókend.

 

##med2##

Men sambært sløkkiliðsstjóranum hevur roykurin kunnað breitt seg, tí hurðin til íbúðina, har eldur var, eftir øllum at døma stóð opin.

Daniel Nigro sigur víðari, at tað eru yvir 30 ár síðani, at ein eldsbruni hevur kostað so mong mannalív í New York.

Ein íbúgvi í bygninginum greiðir New York Times frá, at íbúð hansara á triðju hædd fyltist við royki eftir lítlari løtu.

– Vit royndu bara at klára at anda, sigur Wesley Patterson við blaðið.

Saman við unnustu síni og beiggjanum eydnaðist tað Patterson at sleppa út gjøgnum eitt vindeyga við hjálp frá sløkkiliðsfólkum.

Tey royndu at sleppa út gjøgnum høvuðsdyrnar, men tá kom bara meira roykur inn í íbúðina.

Fyri bara fýra døgum síðani var USA somuleiðis rakt av einum ógvusligum eldsbruna í einum bygningi í Philadelphia. Har doyðu 12 fólk, teirra millum átta børn.

/ritzau/AFP

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

##med9##

 

##med10##

 

##med11##

 

Ein eldsbruni í einum íbúðarbygningi í Bronx í New Yorki hevur í dag kostað minst 19 <mannalív. - Foto: Scott Heins/Ritzau Scanpix