19 mánaðir síðani løgmaður staðfesti ríkislógartilmælini

? Kann Føroya løgmaður greiða Løgtinginum frá, hví tey ríkislógartilmæli, sum løgmaður staðfesti 28. januar 1998, við tilmæli um at seta ymsar kirkjulógir í gildi 1. januar 1999, enn ikki eru útinnt. Tað vil Sámal Petur í Grund hava at vita frá løgmanni

Ólavur í Beiti


Í viðmerkingunum til fyrispurningin til løgmann, sigur Sámal Petur í Grund, at fyrst í nítiárunum bleiv arbeiði við at dagføra kirkjulóggávurnar sett í verk. Stórt arbeiði bleiv lagt í at nútímansgera lóggávuna, og vóru nógv fólk í politisku og kirkjuligu umsitingini upptikin av hesum arbeiði, sum kirkjuligir myndugleikar í Føroyum sóu fram til.

? Tað eydnaðist í tingsetuni 1997 at fáa 7 ríkislógartilmæli samtykt hesum viðvíkjandi, og 28. januar 1998 staðfesti løgmaður hesi ríkislógartilmæli við tilmæli um at seta kirkjulógirnar í gildi 1. januar 1999.

? 1. januar 1999 upprann, og einki røktist fyri, at landsstýrismaðurin í kirkjumálum hevði skund at fáa tingsins vilja settan í verk. Tvørturímóti so segði landsstýrismaðurin í fjølmiðlunum, at hann ikki var sinnaður at gera nakað við málið.


Afturvíst

Og víðari sigur spyrjarin, at grundgevingar landsstýrismansins, at tað av donskum mynduleikum var sagt, at tað ikki læt seg gera at seta kirkjulógirnar í gildi, blivu afturvístar við brævi frá danska kirkjumálaráðnum til ríkisumboðsmannin, dagfest. 16. desember 1998.

? 25. februar 1999 legði landsstýrismaðurin í kirkjumálum so fyri tingið uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í ríkislógartilmælum viðvíkjandi kirkjulógunum. Hetta ríkislógartilmæli gekk út uppá at broyta tilmælið at kirkjulógirnar ikki fingu gildi frá 1.januar 1999, men 1.januar ár 2000.

? Hetta uppskot landsstýrismansins fekk 1. viðgerð 2. mars 1999, og fekk landsstýrismaðurin tá greitt at vita, hvat Løgtingið helt um hetta mál. 13. apríl 1999 fekk uppskot landsstýrismansins 2. viðgerð og fall, sostatt var almenna føroyska tilmælið framvegis, at seta kirkjulógirnar í gildi 1. januar 1999.



Løgtingsins vilji

Og at enda vísir spoyrjarin, Sámal Petur í Grund á, hvussu støðan er viðvíkjandi hesum máli. ? 19 mánaðir eru gingnir, síðani løgmaður staðfesti umtalaðu ríkislógartilmæli. 8 mánaðir eru gingnir, síðani ríkislógartilmælini skuldu verið sett í gildi. 6 mánaðir eru gingnir, síðani tingið á øðrum sinni staðfesti, at ígildiskoman skuldi verða 1. januar 1999.

? Enn er tó einki, sum týðir uppá, at landsstýrismaðurin ger nakað fyri at fylgja løgtingsins vilja, sigur Sámal Petur í Grund, og tí hevur hann sett løgmanni henda fyrispurning sum skal svarast.