info
Ongi úrslit

1900 tons av makreli eru tøk til royndir

Fiskimálaráðið lýsir nú eftir umsóknum til vinnuligar fiskiroyndir eftir makreli fyri 2021.

Vilmund Jacobsen
1. juni 2021 kl. 13:52

 

Nú kann søkjast um at sleppa at gera vinnuligar royndir eftir makreli í 2021. Hesum boðar Fiskimálaráðið frá, og lagt verður aftrat, at freistin at lata inn umsókn er hin 18. juni.

Um heimasíðuna - www.fisk.fo - kann lesast meira um hesar royndir. Her verður víst á, at í kunngerðini um veiðu eftir makreli fyri 2021 er ásett, at 1.900 tons eru tøk til vinnuligar fiskiroyndir.

Lagt verður aftrat, at nøgdin kann veiðast í føroyskum sjógvi og í altjóða sjógvi. Tey, ið ætla at gera royndir eftir makreli í 2021, skula senda Fiskimálaráðnum umsókn.

Samstundis, sum boðað verður frá møguleikanum at gera royndir eftir makreli, minnir Fiskimálaráðið á, at freistin at søkja um vinnuligar royndir eftir norðhavssild verður úti hin 3. juni klokkan 12.

 

Mest lisið hesa vikuna

Nú kanst tú síggja lønina hjá grannanum ella stjóranum

13. november kl. 22:59

Landsstýrið black­list­ar 16 bygdi­r og bý­ir í Føroyum

6 tímar síðan

Nøkur orð um skyldmannin Allan Enghamar

15. november kl. 17:35

Fyrrverandi NSÍ venjari er deyður

14. november kl. 17:37

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

15. november kl. 17:38

Hvør lutur verður gjørdur við stórum nærlagni

13. november kl. 08:07

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Nýggjur Á handil latin upp í Norðragøtu

55 minuttir síðan
Tíðindi

Spyr nær Suð­ur­oy­ar­tunn­il­in fær góð­kenning

59 minuttir síðan
Fótbóltur

VIDEO: Moldavar vísa ikki føroysku málmøguleikarnar

1 tími síðan
Myndasøvn

Myndir: Tingfundur 18.11.26

1 tími síðan
Tíðindi

AP: Trump og Put­in hitt­ast á fyrsta tví­parta­fundi síð­ani Alaska

1 tími síðan
Tíðindi

Ókent ræðsluevni: Byrjaði at eta seg sjálvan

2 tímar síðan
Tíðindi

Xi tók ímóti Trump og hálsfevndi hann undan fundi við Putin

3 tímar síðan
Tíðindi

Nýggjar bøkur um Oyggjaleikir og norrønu gudarnar

3 tímar síðan
Tíðindi

Nýggjur fylgi­svein­ur vís­ir hit­an á landi og sjógvi í Vestur­avstralia

3 tímar síðan
Lesarabrøv

Sendimaður Petur Petersen: „Ísraelar ynskja bara frið inni hjá sær sjálvum“ – og onnur fake news

4 tímar síðan
Tíðindi

Norskur laksaútflytari á húsagang við milliónaskuld

4 tímar síðan
Lesarabrøv

Hvat hevði samfelagið mist, um øll listafólkini í Føroyum góvust í morgin?

4 tímar síðan