Í 1993 var øskukalt ? nú er ein heilur »býur« av virkjum á kaiøkinum

Havnalagið á Toftum er ikki at kenna aftur, nú so nógv virkir eru bygd á økinum seinastu árini. ? Vit hava fýra stór »bein« at standa á; Fiskavirking, Uppboðssøluna, fiskimenninar og tey fastløntu, sigur Súni í Hjøllum, bygdarráðslimur og formaður í teknisku nevnd.

 

FISKIVINNA

Vilmund Jacobsen


Tá ið samfelagskreppan rakti alt okkara samfelag í fyrru helvt av nítiárunum, slapp heldur ikki Nes kommuna snikkaleys. Serliga dapur mundi dagurin kennast, tá ið hurðarnar á flakavirkinum Nyki, sum læt upp longu í 1969, vórðu lætnar aftur undan ólavsøkuni í 1993. Eingin visti, nær ella um virkið nakrantíð fór at lata uppaftur. Virkið endaði í tí tá nógv umrødda »mølposanum« hjá Føroya Fiskavirking, og ta fyrstu tíðina vóru eingi serlig útlit til, at virkið fór at lata uppaftur í bræði. Tá ið so Fiskavirking byrjaði at taka maskinurnar út av virkinum, gjørdust vónirnar uppaftur daprari.

Men eftirtíðin hevur víst, at onkur onnur loysn kundi havt verið verri enn hendan fyri kommununa og fólkið, her býr.

Tíðliga í 1995 upprann so tann dagur, har gamli Nykur læt uppaftur, nú sum saltfiskavirki burtur av og undir »hattinum« hjá Føroya Fiskavirking.

Uppboðssølan var nú eisini komin í gongd sunnanfyri Toftagjógv, so ikki var neyðugt at fara langa leið eftir ráfiskinum.

Gongur sera væl hjá Fiskavirking

Í byrjanini gramdu fólk seg um, at Nykur sum flakavirki ikki var til longur og harvið var brúk fyri minni fólki enn frammanundan. Men í dag munnu tey flestu vera fegin um ta loysn, sum spurdist burtur úr.

? Vit eru sera fegin um virkið, sum hevur ógvuliga stóran týdning fyri trivnaðin í kommununi. Eg havi eisini skilt, at Fiskavirking á Toftum, sum er eitt rættiliga framkomið saltfiskavirki, klárar seg sera væl, sigur Súni í Hjøllum, bygdarráðslimur og formaður í teknisku nevnd.

Sosialurin hevur fingið upplýst, at Fiskavirking á Toftum hevði 180 milj. krónur í umsetningi í fjør, og málið í ár var 200 milj. krónur. Hóast vit høvdu verkfall í 3 vikur í vár, og útbyggingar eru framdar í summar, var umsetningurin herfyri fyri árið 2001 farin um tær 185 milj. krónurnar. - Hetta er eitt fantastiskt úrslit, heldur bygdarráðslimurin.

Nógv virksemi á havnalagnum

Tann, sum hevur verið á Toftum, hevur eisini lagt til merkis, hvussu nógv virksemi er á havnalagnum.

? Vit fingu Fiskamarknað Føroya í 1993, sum byrjaði í nótavirkinum, ið

Eyðun Lauritsen læt byggja. Sum tíðin leið, og fiskiskapurin hjá skipunum øktist, fór eisini meira fiskur um uppboðssøluna. Kommunan hevði bygt ein bygning á hesum sama øki. Hendan leigaði Strandferðslan. Men tá ið Dúgvan gavst at sigla millum Skálafjørðin og Havnina í januar 1994, hevði SL ikki brúk fyri bygninginum longur. Uppboðssølan leigaði so hølini hjá kommununi, sum standa beint norðanfyri bygningin hjá Fiskamarknaðinum. Seinni bygdi uppboðssølan ein millumbygning, so hølini gjørdust áføst, sigur Súni í Hjøllum.

Hann vísir á, at tann næsti bygningurin, sum kom á havnalagnum, var Valhalla, sum P/F Regn eigur í dag. Konstruktiónin kom upp longu í 1994, men húsið var ikki gjørt liðugt fyrr enn í 1998. Tað er ein dani, sum leigar seg inn her, og virkið tekst við at keypa og selja feskan fisk og fløk. Her arbeiða nøkur fólk.

Snodd byggir eisini

- Í 1996 ella har um leið byrjaði P/F Snodd at keypa og útflyta feskan fisk. Hetta virksemi fór fram í gamla Turkihúsinum í Oyrunum, men helt uppat har fyri góðum ári síðan, tí Heilsufrøðiliga Starvsstovan vildi ikki geva teimum loyvi at halda fram. Sum skilst, fer virksemið hjá P/F Snodd nú partvís fram í bygninginum hjá P/F Beta í Saltangará.

Súni sigur, at P/F Snodd nú letur byggja nýggjan bygning til sítt virksemi á havnalagnum, og ætlandi stendur bygningurin liðugur um stutta tíð. Væntandi fara teir, sum standa aftanfyri felagið, at halda fram við tí feska, men hugsað verður eisini um meirvirking. P/F Snodd eigur línubátin, Eysturoying.

? Á havnalagnum sunnanfyri Toftagjógv er eisini bygdur ein stórur bygningur, sum nú er kassavirki. Og at enda er ein smiðja, Sp/f Krossbakki, bygd á havnalagnum,. Hendan er serliga ætlað til umvælingar av skipum og bátum, sigur bygdarráðslimurin.

Hann vísir á, at Nes kommuna hevur fýra stór »bein« at standa á; Fiskavirking, uppboðssølan, sjómenninar og tey fastløntu, sum arbeiða í Havn og í Eysturoynni.

Fleiri skip heima- hoyrandi í bygdini

Fýra línubátar eru heimahoyrandi á Toftum. Hesir eru Stapin, Mascot, Jógvan Norði og Eysturoyingur. Ein nótabátur, Havørnin, hoyrir eisini til bygdina. Aftrat hesum eru tríggir trolbátar, Randi, Hansa Maria og Búgvin, umframt fleiri smærri útróðrarbátar, sum serliga royna við línu og egna uppi á landi í skúrum, sum kommunan eigur og leigar til útróðrarmenninar.

? Alt hetta virksemi sæst aftur í kommunukassanum og er við til at skapa tann trivna, sum vit við takksemi uppliva í kommununi í dag, sigur Súni í Hjøllum.