1998... eitt sindur um

Vit nærkast ártúsundskiftinum, seinasta nýggjárshaldið áðrenn tað stóra verður hóskvøldið, og seinasti møguleikin fyri at gera ársstatus, áðrenn alt endar í reinum milleniumfepuri, og jørðini fer í luftina av mest umfatandi fýrverkinum nakrantíð, er nú.

Tað er ymiskt, hvussu árini, vit hava á bakið, hava eydnast, og soleiðis er tað jú bara. Við hvørt gongur upp, aðrar tíðir niður.

Her á síðuni verður roynt at geva eitt fullkomiliga ósakligt yvirlit yvir, hvat var inn og hvat var út í árinum, sum nú fer aftur um bak.

Treytirnar fyri upptøku í hesum yvirlitinum eru ikki defineraðar, men onkursvegna hava fólkini og hugtøkini gjørt vart við seg í farna árinum ? antin fyri tað góða ella tað minni góða.

Tað, sum er inn, er á síðuni høgrumegin; tað, sum er út, er vinstrumegin, men tað ger nú heldur einki um tað verður misskilt.

Annars kunnu vit bara minna á, at tað ræður ikki um at verða á røttu síðuni, tað er tann gamli olympiski andin um at verða við, sum er galdandi...

ÚT ....


Edmund Joensen. Tað kann ivaleyst argumenterast fyri hví formaður sambandsfloksins skal verða við í hesumegin linjuna. Men tað tykist bara, at hann líkasum hoyrir til, har pílurin vendir niðureftir. Og vit vita jú øll, at hetta er bara skemt.


....


John Petersen. Øll gera mistøk, tað er bara ikki øll, sum fáa høvi at verða høvuðsleikari í egnum sjónleiki á egnum palli í fjølmiðlunum. Men 1998 kann av sonnum kallast eitt vánaligt ár hjá fyrrverandi landsstýrismanninum.


....


SvF. Uha, ja, hvat skal man hanga seg í... tja, til dømis manglandi ungdómstilfar og føroyskt ítróttartilfar, sum SvF stundum hevur lovað at arbeitt við, men tá alt kemur til alt, er tað jú ein spurningur um pengar!


....


ONGAN POST LEYGARDAG. Avgerðin hjá Postverkinum, um í komandi ári at steðga við útberingini av posti leygardag, er vanlukkulig. Postur leygardag er ein partur av teimum grundleggjandi mannarættindunum. Tað skal við í nýggju føroysku grundlógina. At steðga við útberingini leygardag, er at líkna við um prestur noktaði at prædika sunnudag.


....


DAN KLEIN.Út? Ja, hann hevur so ikki verið inni í ár...


....


Tórsvøllur. Tað skuldi verða so stórt og gott og flott, men tað endaði við eini bíligari discountloysn. Tórsvøllur ? einki oysl! Í fleiri ár snúði kjakið seg um, tað nú skuldi verða við ella uttan rennibreyt, nú snýr tað seg um, um tað yvirhøvur skula verða áskoðarapláss uttan um vøllin. Jú, víst er tað ein praktisk loysn, men við hesum lag verður Tórsvøllur teldutøkur áðrenn vit vita av.


....


Poul Nyrup Rasmussen. So er tað man spyr seg sjálvan, Poul, hvussu heldur tú sjálvur tað gongur?


....


TINGMANNALØNIRNAR. Tað er ótrúligt, at tingmenninir ikki kunnu fáa avgreitt málið um lønirnar hjá sær sjálvum. Teir torað ikki at skera ígjøgnum, so teir kunnu fáa meira løn og harvið nærkast lønarlagnum sum studentaskúlalærara, almennir deilarleiðarar, fulltrúðar og onnur liggja á. Tingmenninir hava buktina um báðar endar, so tað er bara at trýsta á knøttin. Eingin nýtist fara í verkfall fyri hesum lønarkravinum!


....


OLIVANT. Internetsambandið hjá føroyingum er svikaligt! Áðrenn tú veitst av ert tú avskorin frá øllum heiminum, tí servarin hjá telefonverkinum er í ólagi. Um internetið er informatiónsmotorvegurin, so er olivant-servarin ein gomul bygdagøta.


....


Barnafløgurnar hjá Útvarpinum. Snakka um at pressa citrónina. Tann fyrsta var veruliga nýskapandi, góð og spennandi. Men tvær tær seinastu ferðirnar hevur tað verið meira tunt soð.


....


INN ...


ÓLI PETERSEN. Hesin framúr teknarin og satirikarin, sum í 10 ár hevur teknað á baksíðuni í Sosialinum, er so beinrakin við sínum strikum, at hann uppá eitt eygablikk kann seta mál og persónar inn í heilt nýggjar samanhangir. Hann hevur humor, hann kann verða hvassur, men hann teknar við virðing fyri fólki.


....

 


JÁKUP MIKKELSEN hevur í ár fingið sítt veruliga gjøgnumbrot í donskum fótbólti. Hann hevur staðið avbera væl millum stengurnar í Herfølge, hann er nú fyri fyrstu ferð fyrstaval á landsliðnum, og hann hevur útmerkað seg sum brotssparksskjútti í Herfølge. Hann verður mettur at verða millum teir tríggjar bestu málverjarnar í donskum fótbólti í løtuni.


....


Faroese_chat. Føroyskt túnatos í cyberspace hevur fingið fólksligt gjøgnumbrot. Miðnámsskúlanæmingar, akademikarar, arbeiðsfólk og føroyingar í útlegd bólta sær í slatri, meiningsleysum samrøðum og ráðum um hvussu tú kanst koppa bankakervinum og hacka olivant-servaran. Tímarnir flúgva avstað framman fyri tí bleikrandi 15-tumma skíggjanum, og chattið er eitt kreativt alternativ til sjónvarpið.


....


Marius Dam, uppskotsskræðarin. Ja, læt okkum nú fáa eitt sindur av lívi í tingarbeiðið, tað hevur verið alt ov keðiligt alt ov leingi, og royndarmyndini hjá SvF er ikki júst gongda leiðin.


....


SUÐUROYARSIGLINGIN. Tann ódeyðiligi klassikarin. Tað er altíð gott undirhald í tí kjakinum, og aftur í ár hevur tað verið inn, at tosað um hvussu ferðasambandið til Suðuroyar skal røkjast. Nýggjasta skotið á stammuni er ein flogleið.


....


Náttarravnarnir. Sendingin yvirlivir vetur eftir vetur, ár eftir ár. Hon byggir á nakrar tættir sum rigga, og so verða smáar broytingar gjørdar so hvørt. Vertirnir svinga væl saman, og hóast hetta er sætti veturin við somu sending leygarkvøld, er hon ikki útlivað enn ? hon er betri enn nakrantíð!


....


KÁRI COOL. Var nakað cool í 1998, so var tað Kári Cool. Nýggju sendingarnar við Pipar og Salt vóru framúr. Sjúrður Skaale og Jákup Weyhe gera skemt, sum kann standa mát við alt útlendskt. Og væl umtókt er skemtið millum føroyingar, tað sást millum annað á søluni á fløguni hjá teimum. Í eitt jørn, jørn, jørn...


....


VEÐRAPLÁTAN. Fyri 20 árum síðani kom fyrsta veruliga føroyska rockplátan út. Jørgin Dahl og hansara menn í Straight Ahead tørnaðu beint ímóti vanlukkuni, og settu nýggjan standard fyri føroyska tónleik. Tann dag í dag verður plátan nógv spæld í útvarpinum


....


ÓLI POULSEN. Hann byrjaði sum avloysari í einum upptøkuhølum í Keypmannahavn, nú er hann ein tann mest umbidni og best umtókti tónleikaframleiðarin í Danmark. Óli Poulsen er komin langt, síðani hann fyri 12 árum síðani flutti úr Føroyum. Hann hevur staðið á odda fyri nógvum framúrskarandi fløgum, og avbjóðingarnar eru framvegis nógvar fyri framman.


....


Olsen-Banden. Skal nakað av donskum uppruna við her, so má tað verða teir tríggir smábrotsmenninir í Olsen-Bandanum. Teir eru heiðursmenn, teir takast útilokandi við ólógligan kriminalitet.


....


MOIRAE. Teir tímdu ikki at spæla saman moirae, men teir góvu eina frálíka fløgu út, áðrenn teir fóru hvør til sítt. Føroyskur rockur á føroyskum og fyri føroyingar. Ársins besta fløga.


....


Rulluskoytir. Vit rulla omaneftir, vit rulla niðaneftir. Alt frá vælgøddum rokskiparum til snorutar smádreingir fóru á rull. Fepurin var øðiligur, summarið var á tremur við fólkum á rollerblades. Og trýstið á skaðastovurnar vaks, læknarnir hataðu hesar rullandi skógvarnar, sum skaddu fingarar, hendur og knø, men fólk elskaðu tað.


....


Landsstýrismenn úr Betesda. Tað heilt stóra nummarið í 1998. Nýggju landsstýrismenninir í sjálvstýrislandsstýrinum komu úr øllum ættum, og tveir úr brøðrasamkomuni í Klaksvík. Karsten Hansen situr nú á landsins pengakassa, meðan Eyðun Elttør stýrir fram móti eini oljuvinnu. So er bara at vóna, at tað verður sum við mjølinum í krukkuni...