2-0 til ÍF

ÍF hevur í dag vunnið landskappingardyst í bestu deildini. Fuglfirðingar hava verið á Sandi, har úrslitið var 2-0 til ÍF.

Einki mál varð skorað í 1. hálvleiki.

Eitt stórt korter undan leikloki setti Øssur Dalbúð hol á. Hann royndi seg úr 20 metrum, og bólturin smeyg sær inn undir samankomingina.

Fimm minuttir seinni økti Andy Olsen um ÍF leiðsluna til 2-0. Væl upplagdi Øssur Dalbúð breyt ígjøgnum í høgru, og Andy Olsen møtti innlegginum mitt fyri málinum.

Sigurin ber við sær, at ÍF nú hevur 24 stig fyri 13 dystir. B71 hevur 13 stig fyri 13 dystir.

 

-------

 

Alt bendir á, at fuglfirðingar fara at vinna trý stig burtur úr landskappingardystinum á Sandi.

Tíggju minuttir undan leikloki hevur Andy Olsen skorað, so støðan nú er 2-0 til ÍF.

 

---

Tað gongur væl hjá fuglfirðingum í løtuni. Lítla løtu aftaná, at kvinnurnar á Erlu Kongsdóttir høvdu vunnið sannførandi sigur á Eystanstevnu, hevur ÍF lagt seg á odda í landskappingardystinum, sum í løtuni er á Sandi.

Tað var Øssur Dalbúð, sum skoraði. Hann royndi seg við langskoti úr umleið 20 metra fjarstøðu, og bólturin streyk inn undir samankomingina.

1-0 til ÍF, og eitt korter er eftir at spæla.

 

-----

 

Ein landskappingardystur í bestu deildini hjá monnum er á skránni nú seinnapartin.

B71 hevur vitjan av ÍF. Fyrsta bríkslið var klokkan 15, og hálvan tíma undan leikloki er støðan framvegis 0-0.

Tað hevur verið rættuliga tætt og javnt.