2. Góð verk eru góð, men frelsa ongan

Ebbedinna Jacobsen
Kollafirði

Bíblian er greið viðvíkjandi frelsuspurninginum. Hon letur ongan av okkum vera í iva hvussu vit verða frelst. Skrivað stendur:

"Tí av náði eru tit frelst, við trúgv - og tað ikki av tykkum sjálvum, tað er gáva Guds, ikki av verkum - fyri at eingin skal rósa sær. Tí vit (sum eru frelst ) eru smíð Hansara, skapt í Kristi Jesusi til góð verk, sum Gud frammanundan hevur lagt til reiðar, at vit skuldu liva í teimum." (Efesarabrævið 2,8-9)

Við blóði Jesusar eru vit heidningar komnir nær til Gud og hava atgongd til náðina í Kristusi. (upprunaliga merkir orðið "heidningar" øll fólkasløg - uttan jødar)

Kristus tók burtur boðlógina
"Hann (Kristus)... tók burtur boðlógina og fyriskipanir hennara, fyri at Hann í Sær kundi skapa av báðum eitt nýtt menniskja og soleiðis gera frið og fyri at Hann við krossinum kundi í einum likami fáa báðar partar sáttar við Gud, við tað at hann við Kristusi drap fíggindskapin." (Efesusbrævið 2,15-16)

Les allan 2. kapitul í efesusbrævinum væl og virðiliga fleiri ferðir ígjøgnum, serliga 15. vers.

Jødar og heidningar á sama bási
Nógvum jødum dámar ikki at vera settir í sama bás sum heidningarnir, men viðvíkjandi frelsuni í Kristusi, eru jødar og heidningar settir á sama bás.

Tá ið Jesus doyði breyt hann niður millumgarðin millum jødar og heidningar, og hann breyt niður fíggindskapin millum jødar og heidningar. (Les Jóhannesar evangelium 4. kap.)

Tey, sum halda seg til Móselóg eru undir banni
Skriftin talar greitt, tá ið hon skilir ímillum lógverk og náði Guds:

"Tí so mong sum halda seg til lógverk eru undir banni; skrivað er jú: "Bannaður er hvør tann, sum ikki verður verandi í øllum, sum skrivað er í lógbókini. so hann ger tað." (Galatiubrævið 3,10)

Her verður ikki einans tala um tey 10 boðini, men alt, ið skrivað stendur í lógbókini, tvs. tí lóg, sum Móses bar frá Gudi til fólk Ísraels. Paulus spyr tey í samkomuni í Galatia, sum vóru frelst við trúgv á Jesus Kristus, hendan spurning:

"Hvussu kunnu tit nú fara aftur til hin veika og fátæka barnalærdóm, sum tit aftur av nýggjum ætla at træla undir! Tit halda dagar, mánaðir, tíðir og ár." (Galatiabrævið 4,9-10, les alt brævið)

Einki menniskja kann halda Móselóg
Tú gert eisini væl í at lesa alla 3. mósebók sum hon er, frá fyrsta kapitli til tann seinasta. Um tú kanst klára at gera eftir øllum tí, ið har verður kravt, so ert tú meiri enn eitt vanligt menniskja.

Einans Kristus kann bjarga okkum
Hvørt einasta menniskja fær sínar syndir fyrigivnar við at líta á Jesus og deyða hansara fyri syndir okkar. Einki annað kann bjarga eini sál inn í Himmalin.

"So skulu tit tá vita...at við Jesusi verður tykkum kunngjørd fyrigeving syndanna; og frá øllum tí, sum tit ikki kundu verða rættvísgjørdir frá við Móselóg, verður í Jesusi hvør tann, sum trýr, rættvísgjørdur." (Ápostlasøgan 13,38-39. Takk fái Gud, sum gav okkum Jesus til bjarging. Ævinleikin verður ikki nóg langur at syngja honum tøkk og prís!