2 milliónir hyggja eftir X-Factor

Tá luttakararnir fríggjakvøldið framførdu við Big Band hjá DR vóru 1.621 milliónir fólk, ið hugdu eftir sendingini Á donsku sjónvarpskanalini TV 2, var samstundis sendingin Den Store Klassefest, og har vóru bert 836.000 hyggjarar.

 

Tá avgerðin nærkaðist, og bert ein hálvur tími var eftir X-Factor, fóru fleiri av hyggjarunum frá TV 2 og yvir til DR.

 

1.972 milliónir fólk sóu Lucas og Mohamed í vandabólkinum. Ein dystur, sum Mohamed sum kunnugt vann.

Fríggjadagin er semifinalan har føroyska Linda, Alien Beat Club, Sidsel og Mohammed skulu dystast, og bert trý teirra koma víðari til finaluna.

 

Linda Andrews vitjaði sunnudagin í Miðlahúsinum, og har legði hon dent á, at tað ikki longur er spurningurin um hvør vinnur.

- Vit eru øll vinnarar nú, og tað er als eingin kapping millum okkum longur. Men sjálvsagt vil eg fegin gerast vinnarin av X-Factor, sigur hon.