Tað sæst í fíggjarlógaruppskotinum hjá landsstýrinum.
Kontan sum eitur »Eftirløn og bíðiløn til løgtingsmenn«, sum er ein lógarbundin játtan, er í galdandi fíggjarlóg 9 milliónir krónur, men hækkar í fíggjarlógaruppskotinum fyri næsta ár til 11 milliónir krónur.
Játtanin verður nýtt til at gjalda løgtingsmonnum eftirløn og bíðiløn sambært løgtingslóg nr. 12 frá 18. februar 1999 um samsýning og eftirløn løgtingsmanna, umframt eftirløn til tænastumenn á skrivstovu Løgtingsins.
Men játtanin til bíðiløn til tingfólk lækkar. Tað er tí, at løgtingsvalið var 8. desember í fjør, og tí eru tað nógv fólk, sum ikki vórðu vald aftur á ting, ella sum ikki stillaðu uppaftur, sum hava fingið løn upp í eitt hálvt ár, eftir at tey fóru úr starvi.
Tann játtanini fyri 2023 var upp á 2,5 milliónir krónur. Tann játtanin er burtur í fíggjarlógaruppskotinum fyri næsta ár, og verður valla aktuell aftur, fyrr enn løgtingsval hevur verið.
Útreiðslurnar til eftirløn vóru 8,6 mió. kr. og til bíðiløn 0,6 mió. kr. í 2022. Játtanin í 2023 er 9,9 mió. kr. til eftirløn og 2,5 mió. kr. til bíðiløn.
Roknað verður við 11 mió. kr. til eftirløn í 2024.