Dómarin fann tann ákærda sekan í at hava smuglað tvey kilo av hassji til Føroyar og at hava selt meira enn tíggju kilo av hassji. Harumframt helt dómarin, at haldgóð prógv vóru fyri, at ákærdi hevði smuglað 54 gramm av kokaini, og at hann hevði selt 60 gramm av kokaini og 25 gramm av amfetamini. Hann varð eisini funnin sekur í at hava roynt at fingið hendur á tíggju grammu av amfetamini.
Maðurin varð fríkendur í fýra av teimum 30 ákærunum. Tríggjar ákærur eru enn ikki viðgjørdar, men tær koma fyri seinni, tá vitnini koma aftur av skipi. Hesar ákærur umfata11,5 kilo av hassji, sum ákærdi skal hava selt.
Maðurin fekk 33 mánaða fongsulsrevsing, og hald verður lagt á 650.000 krónur. Maðurin skal eisini rinda sakarmálskostnaðin