20.000 krónur til kokkin

Í gjárkvøldið tóku nakrir av fremstu tónleikarunum í landinum stig til eina stuðulskonsert til frama fyri Hans Jacob Garðalíð, kokki. ? Tað var ein ótrúliga rørandi løta. Minti mestu um kensluna eg hevði, tá eg bleiv pápi, sigur takksami kokkurin, Hans Jacob Garðalíð. Reinsaríi var í gjárkvøldið karmur um stuðulskonsertina undir heitinum CHEF AID.

Tónleikararnir, ið framførdu við Múrin, nýttu hendan háttin, at vísa Hans Jacob Garðalíð, kokki, at teir vóru sera takksamir fyri tænastuna handan pallin við Múrin.

 

Eftir tað gjørdist greitt, at festivalurin við Múrin var farin av knóranum, gjørdist tað eisini greitt, at Hans Jacob Garðalíð úr egnum lumma hevur givið føroysku tónleikarunum mat og drekka fyri áleið 100.000 krónur.

 

Hans Jacob Garðalíð var alment frammi, og greiddi miðlunum frá, at sannlíkindi fyri, at hesin smeiturin fór at taka lívið av fyritøku sínari, vóru sera stór. Og tað var hendan útsagnin sum gjørdi, at føroysku tónleikararnir skjótt stáplaðu eina stuðulskonsert á beinini.

 

-Eg havi sjáldan í lívinum verið so rørdur sum eg var í gjár, sigur Hans Jacob Garðalíð, ið kendi seg væl móttiknan í Reinsarínum í gjárkvøldið.

Niels Arge Gálan, forsangarin í bólkinum 200, er ein av stigtakarunum til CHEF AID.

 

-Maturin í ?backstage? hølunum við Múrin, var ein uppliving í sær sjálvum. Og tað var ein uppliving, sum bert tónleikararnir fingu, og tí vilja vit við hesum vísa Hans Jacob Garðalíð, at hann var við til at ríka um okkara festivaluppliving, sigur Niels Arge Galán.

 

 

20.000 krónur til kokkin

CHEF AID konsertin vardi í umleið tríggjar tímar, og í alt vitjaðu umleið 100 fólk í Reinsarínum í gjárkvøldið.

Hetta merkir, at tónleikararnir hava megnað at savna 20.000 krónur inn til endamálið, men enn er málið kortini ikki rokkið.

 

-Vit vildu náa 100.000 krónur, og tí eru vit enn ikki til reiðar, at lata málið liggja, siga tónleikararnir.

Tónleikararnir hava tikið støðu til, at hava bankakontoina opnað í øllum førum í dag aftrat, soleiðis at privat persónar og fyritøkur kunnu fáa møguleikan til at stuðla Hans Jacob Garðalíð.

 

Í morgunsendingini á Rás2 týsmorgunin, vitja Hans Jacob Garðalíð og Niels Arge Galán í rásarúminum, og har verður meira at frætta um CHEF AID, og innsavningina til Hans Jacob Garðalíð.