20.000 ára gomul spor funnin í Avstralia

Sporini, sum eru funnin á botni á einum upptornaðum vatni, verða nú ferðamál

Fornminni



Avstralsku fornfrøðingarnir, sum hava kannað sporini, siga, at tey stava frá stein­aldarfólki, sum hava gingið har fyri ímillum 19.000 og 23.000 árum síðani. Í hópi­num hava verið bæði vaksin og børn og teirra mill­um ein maður, sum hev­­ur verið umleið tveir met­rar til hæddar. Tey hava gingið í leiri, og við tíðini eru fótasporini storknað og vorðin so hørð sum grót, siga fornfrøðingarnir við blaðið Sidney Morning Herald.
Fyri tveimum árum síð­­ani frættu avstralsku forn­frøðingarnir, at ein kvinna hevði funnið eitt fótaspor einastaðni í statinum New South Wales. Nú er økið kannað, og tað vísir seg, at har eru ikki færri enn 457 fótaspor.
Sporini eru tey elstu, sum er funnin í Avstralia, og myndugleikarnir hava longu gjørt av, at tey skulu vera ferðamál hjá áhugaðum ferðafólki.