20 almenn størv flytast úr Eysturoy til Klaksvíkar

Landsstýrið kannar møguleikan at keypa býráðshúsið í Klaksvík til almenna umsiting og so skal TAKS í Saltangará flytast til Klaksvíkar. Jóannes Eidesgaard sigur, at tað eru nógvar sakligar orsøkir fyri eini slíkari broyting

Nú er ætlanin at samansjóða Taks í Klaksvík og í Saltangará undir sama høli. Og tað er nógv, sum talar fyri, at tað tað høli verður í Klaksvík.

Sostatt verða tey 20 almennu størvini á Taks í Saltangár, flutt til Klaksvíkar.

Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður í fíggjarmálum, váttar, at arbeitt verður við at samansjóða Taks í Eysturoy og í Klaksvík.

Hann heldur, at tað eru nógvar sakligar orsøkir til at gera tað. Og hann heldur eisini, at tað er nógv, sum talar fyri, at tað er rættast at gera tað í Klaksvík.

Hann er so mikið vísúr í tí, at hann hevur longu tosað við borgarstjóran í Klaksvík, Gunvu við Keldu um at landsstýrið skal keypa Býráðshúsið í Klaksvík til endamálið.

- Borgarstjórin í Klaksvík var rættiliga positiv, sigur hann.


Ørkymlandi

Jóannes Eidesgaard staðfestir, at tað er ein trupulleiki, at Norðurøkið hjá Taks er savnað í tveimum ymsum umsitingum, tí tað er órationelt.

- Tí hevur tað leingi ligið í kortunum at savna norðurøkið hjá Taks undir somu lon, men tað hevur ongantíð eydnast enn.

Hann hevur í vikuni verið á vitjan í Klaksvík og í Runavík og hann var hugtikin av, hvussu væl stovnurin virkaði.

- Men tað er ørkymlandi, at norðurøkið hjá Taks er býtt sundur í tvey, har 20 starvsfólk sita í Runavík og 20 fólk sita í Klaksvík.

Tí váttar hann, at hann arbeiðir við at leggja báðar umsitingarnar saman.


Nógv talar fyri Klaksvík

Hann hevur ikki endaliga gjørt av, hvar tann samanlagdi stovnurin skal vera.

Men hann heldur, at tað eru góðar grundgevingar fyri at leggja hann í Klaksvík.

Í Runavík er Taks í leigaðum hølum. Í Klaksvík eigur Taks høli, men tey eru ov lítil.

Tí verður tað eisini ein spurningur um, hvussu hølisspurningurin kann loysast.

- Eg haldi, at býráðsúsini í Klaksvík eru eini frálík høli, sum liggja sera væl fyri.

Jóannes Eidesgaard sigur, at nú skulu embætisfólk kanna møguleikarnar og koma við eini niðurstøðu um hvat kann gerast og um býráðshúsið í Klaksvík er egnað til endamálið.

Hann vísir eisini á, at tá ið undirsjóvartunnilin er komin ímillum Skálafjørðin og Suðurstreym, liggur Saltangará einir sjey minuttir í bili úr Havnini og tí er ikki nógv meining í at rokna TAKS har upp í norðurøkið.

Harafturat heldur hann, at 20 almenn størv afturat í Klaksvík kundu lyft økið, tí Klaksvík hevur staðiliga tørv á einum beini afturat at standa á, so at ikki alt stendur og fellur við fiskivinnuni.


20 almenn størv

Men hetta merkir so, at aftur, at 20 almenn størv skulu flytast úr Eysturoynni til Klaksvíkar.

Tað er lítið væntandi, at politikarar úr Klaksvík fara at mótmæla hesum.

Men Bill Justinussen úr Miðflokkinum kallar hetta politiskan ágang ímóti Eysturoy og tí fer hann at seta Jóannesi Eidesgaard ein fyrispurning í Løgtinginum um hetta.

- Almenn arbeiðspláss hava ovurstóran týdning fyri trivnaðin, tí tey skapa fjølbroytni og øðrvísi avbjóðingar í einum lokalsamfelag, har fiskivinna, handil og ídnaður annars eru høvuðsavbjóðingarnar hjá komandi ættarliðnum.

Bill Justinussen svil eisini hava at vita um hetta er liður í einum partapolitiskum býtishandli har Heilsutrygdin kortini verður løgd í Sandoynni við sínum átta almennum størvum, men at Klaksvík so afturfyri fær tey 20 almennu størvini hjá Taks í Saltangará.

Men hetta avsannar Jóannes Eidesgaard.

- Hesi bæði málini hava onki við hvørt annað at gera, staðfestir hann.