20 ár síðani: Høgni og Lisbeth nývald á Fólkating

Polariseringin millum høgru og vinstru flutti til loysing og samband á fólkatingsvalinum 20. noevmber í 2001

Í dag fyri 20 árum síðani var fólkatingsval, sum Sambandsflokkurin og Tjóðveldisflokkurin vunnu. Lisbeth L. Petersen og Høgni Hoydal vóru bæði nývald.

 

Hetta var meðan fyrra fullveldislandsstýrið sat við Anfinn Kallsberg sum løgmanni og Høgna Hoydal sum landsstýrismanni í fullveldisumálum.

 

Á fólkatingsvalinum í mars í 1998 høvdu Fólkaflokkurin og Javnaðarflokkurin vunnið valið – polariseringin var tá millum høgra og vinstra í føroyskum politikki. Hetta var 11. mars sum løgtingsvalið var 30. apríl, tá Tjóðveldisflokkurin gjørdist størsti flokkur og skipaði fullveldislandsstýrið undir Fólkaflokkinum, sum tá »bara« var triðstørsti flokkur í Føroyum.

 

Høgni Hoydal tók ikki sæti á Fólkatingi, tí hann var landsstýrismaður, og í staðin tók Tórbjørn Jacobsen sæti í hansara stað.

 

Nevnast kann, at tá Tórbjørn Jacobsen møtti á fyrsta sinni sat ein ung, 24 ára gomul nývald kvinna úr Aalborg undir lið hansra á aftasta beinki í Fólkatingssalinum. Í dag situr hendan kvinnan fremst og er forsætisráðfrú Danmarkar, Mette Frederiksen. Hon hevur soleiðis 20 ára starsvsdag í Fólkatinginum í dag.

 

##med2##

 

Atkvøðubýtið á fólkatingsvalinum í Føroyum hendan dagin sá soleiðis út:

 

##med3##

 

Persónliga atkvøðubýtið sæst her:

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

##med9##

 

 

 

Soleiðis skrivar Mette Frederiksen, forsætisráðfrú, á Facebook í dag