Í dag eru 20 ár síðani, at Bileftirlit Føroya – sum seinni fekk navnið Akstovan – tók yvir umsitingina av nummarplátum frá løgregluni. Samstundis vórðu nummarpláturnar broyttar frá teimum hvítu nummarplátunum við einum einum F framman fyri einum fimmsiffraðum tali.
Sokallaðu F nummarpláturnar avloystu tær svørtu Fø nummarpláturnar í 1977.
Størsta broytingin við nýggju nummarplátunum í 1996 var, at bilurin nú altíð hevur sama nummar, sjálvt um hann fær nýggjar nummarplátur. Soleiðis var ikki frammanundan. Vórðu nummarpláturin av onkrari orsøk tiknar av bilinum, so fingust tær ikki aftur. Bilurin mátti hava nýggjar plátur við nýggjum nummari.
– Og tað er eisini líkamikið, um talan er um hýrvogn, privatbil, vøruvogn ella lastbil. Allar nummarpláturnar eru líka, segði Atli Jensen við Sosialin 3. januar í 1996.
Hann greiddi frá, at nummarpláturnar nú verða framleiddar á Bileftirlitinum. Ein telda ger av, hvørji tøl og stavir standa á, so tað verður heilt tilvildarligt, hvat nummarið verður. Tí fer ikki at bera til í framtíðini at meta um aldur á bilinum eftir nummarinum, skrivar blaðið.
Við gomlu F plátunum, og Fø plátunum, bar til at meta um aldurin á bilinum eftir nummarnum, um bilurin altso ikki hevði skift plátur.
Skipanin við F plátunum var, at bilar til stóra koyrikortið høvdu nummur frá 10.000-19.999, Vøruvognar høvdu frá 20.000-29.000, hýruvognar frá 30.000-39.000, bussar frá 40.000-49.000 og persónbilar frá 50.000-89.000.
Atli Jensen greiddi eisini frá í Sosialinum hendan dagin, at nýggju nummarpláturnar hava sama snið, sum nummarpláturnar í ES-londum fóru at fáa.
– Vit eru framman fyri ES-londini – vit eru komin heldur longur enn tey, segði Atli Jensen.
– Vit hava hugt eftir, hvussu íslendingar hava gjørt. Teirra nýggju nummarplátur hava sama sniðið, og er útgerðin sera framkomin – og uppfyllir allar ES-reglur, segði Atli Jensen.
Fyrstu nummarplátur av nýggja slagnum, og sum vórðu latnar av Bileftirlitinum, vórðu settar á ein Toyota, sum Reyni Service seldi einum kvívíkingi, upplýsti Atli Jensen, sum sjálvur er kvívíkingur.