20 bólkar hava fingið møguleikan at fara við guitarleikaranum Slash á rundferð.
Fyri stuttum fekk guitaleikarin Slash pláss í Rock n Roll Hall of Fame í Cleveland í Ohio. Eftir sínar drúgvu royndir í Gund N Roses hevur hann nevniliga fingið stjørnustatus sum fáur.
Tað ætlar hann nú at nýta til at geva øðrum møguleikan fyri at gerast kend fyri teirra tónleik, skriva útlendskir miðlar.
Tí hevur hann givið 20 bólkum møguleikan fyri at hita upp fyri hann, áðrenn hann trínur á pallarnar á tí rundferðini, sum hann júst nú er byrjaður uppá. Rundferðin er í Norður Amerika.
Bólkar, sum enn ikki hava fingið fløgusáttmála, kunnu senda tónleikin til Slash, sum síðani velur út hvørjir bólkar skulu sleppa framat í teimum ymsu býnum.
- Júst nú er tað trupult at hjá nýggjum bólkum at sleppa framat. Tað finst eingin lættur vegur. Men tað eru fleiri góðir møguleikar, og fleiri ymiskir hættir at sleppa framat. Tað er fleiri møguleikar enn fyrr, men nú er tað alt ella einki. Ein má bara
taka kjansin, sigur Slash við útlendskar miðlar.
Bólkar sum Kiss og Mötley Crüe hava gjørt tað sama.