Internetið er eitt hent amboð, men sum við flestu hentu amboðum ber eisini til at misnýta internetið.
Tað mátti ein ungur maður sanna, tá hann í Føroya Rætti fekk ein treytaðan dóm á 20 daga fongsul, fyri at hava upprætta tvær hotmail adressur í nøvnunum hjá tveimum gentum.
Í sambandi við hotmail adressurnar hevði ákærdi eisini lagt tekst út har hann upplýsti, at genturnar vóru bisexuellar og lesbiskar.
Ákærdi ungi maðurin ynskti ikki at fáa sakførara at verja seg, men játtaði seg sekan i at hava upprættað hesar hotmail adressurnar.
Ákærin vildi vita, hvar ákærdi hevði fingið myndirnar frá, og hann segði, at myndirnar av aðrari gentuni »floreraðu« á internetinum, og at tað tí eingin trupulleiki hevði veirð í so máta.
Í hinum førinum hevði gentan sjálv – sum hann annars gekk í flokki við – sent honum myndirnar. Hann viðgekk tó, at hon ikki hevði givið samtykki til at hann víðari sendi tær.
Ungi maðurin viðgekk seg sekan í ákærunum, og segði seg vera harman um tað, hann hevði gjørt.
- Eg ætlaði at biðja um umbering, men fekk at vita frá løgregluni, at eg ikki mátti tosa við genturnar, segði ákærdi í rættinum.
Heldur ikki har fekk hann høvi at biðja um umbering, tí hvørgan av gentunum møtti upp í rættinum.
Ákærin kravdi 30 dagar treytaleysa fongsulksrevsing, men tað helt ákærdi vera í so rívan tikið til. Tað helt dómarin eisini, og endin var, at ákærdi varð dømdur eina revsing upp á 20 dagar treytað fongsul, har treytin var, at hann einki revsivert má gera í eitt ár. Hartil skal hann rinda sakarmálskostnaðin.
Ungi maðurin tók við dóminum