Ein føroyingur, búsitandi í Danmark, hevur fingið 20 daga treytaleyst heftið fyri at hava smuglað 165 gramm av hashi til Føroya Tað var hash-hundurin hjá tollvaldinum, sum slotaði seg fram til 38-ára gamla føroyingin í gjáramorgunin.
Føroyingurin, sum er búsitandi í Danmark, var komin til Føroya á vitjan, og við sær hevði hann 165 gram av hashi. Nøgdin er ikki ógvuslig, men kortini mett var størri, enn til egna nýtslu.
Maðurin varð tí førdur í grundlógaravhoyring í morgun, tí mett varð, at hann hevði í kvittanum at selja hash í Føroyum.
38-ára gamli maðurin varð skuldsettur og førdur fyri dómara beinanvegin, har hann fekk ein dóm uppá 20 daga treytaleysa fongsulsrevsing, sigur Bergleif Brimvík.
Maðurin góðtók dómin.
Hann fer kortini ikki inn at sita við tað sama, men varð leyslatin aftan á dómsúrskurðin. Løgreglan óttast tó ikki fyri, at maðurin fer at rýma av landinum undan revsingini.
Vit hava jú ógvuliga gott samstarv við donsku løgregluna, so vit síggja ongan vanda í at lata mannin fara, og hava ikki tikið passið frá honum, sigur Bergleif Brimvík.