20 deyð í sambandi við jarðarferð

Í minsta lagi 20 fólk doyðu, og meiri enn 50 vórðu særd, tá ein sjálvmorðsbumbumaður sprongdi seg í luftina mitt í einum líkfylgi í býnum Taloqan har norðuri í Adfganistan í dag.

Ein talsmaður fyri løgregluna í býnum sigur, at ein tjóðartingslimur var millum tey teirra, sum doyðu av spreingingini.

Taloqan er í landspartinum Takhar. Har er vanliga rættiliga friðarligt, og tí eru eingir útlendskir hermenn í landspartinum. Men í seinastuni hevur ófriðurin av álvara vundið upp á seg um at kalla alt Afghanistan, og ST sigur, at atsóknirnar hava ongantíð verið so nógvar og so ógvusligar, síðani Taliban varð tikið frá valdinum fyri 10 árum síðani.