20 fólk á málskeiði í føroyskum

Ikki færri enn 16 fólk eru longu á bíðilista til komandi skeið.

Tey eru spent og lata væl at. Í gjár byrjaði nýtt skeið í føroyskum máli og mentan fyri fólk, sum ikki hava føroyskt sum móðurmál.




Tórshavnar Kvøld-, Ungdóms- og Listaskúli skipar fyri undirvísingini í samstarvi við Mentamálaráðið, og fer undirvísingin fram í hølunum hjá skúlanum í J.H.Schrøtersgøtu 1.



Undirvíst verður í 23 vikur, seinnapart mánadag til hósdag og nakrar fríggjadagar. Tilsamans 400 tímar.




Skeiðið endar við innanhýsis roynd, og fær hvør næmingur luttøkuprógv og læraraviðmerking. Møtiskylda er til skeiðið.




Lærarar eru Harriet Poulsen og Frank Jacobsen. Lestrarvegleiðari er Inger Flo Jørgensen.




Ikki færri enn 16 fólk eru longu á bíðilista til komandi skeið. Pláss eru fyri fleiri, og tey eru vælkomin at melda seg til, sigur Tórshavnar Kvøld-, Ungdóms- og Listaskúli.




Arbeitt verður samstundis við at skipa eitt framhaldsskeið.

Hettta skrivar Tórshavnar Kommuna á síni heimasíðu.