20-krónan fingið nýggja baksíðu

Danski tjóðbankin hevur broytt baksíðuna á 20-krónuni. Tað er framvegis mynd av Margrethu-drotning á forsíðuni. Nýggja baksíðan myndar eitt vápn, ið er samansett av trimum leyvum og níggju hjørtum undir einari krónu.
Munurin frá tí gomlu 20-krónuni er at baksíðan gjørd einfaldari. Tað er myndahøggarin, professarin Mogens Møller, ið hevur gjørt baksíðuna. Krónan varð send út hósdagin, so óiva hava fleiri føroyingar longu havt nýggju 20-krónuna um hendið.
Í tíðindaskrivi frá danska tjóðbankanum verður sagt, at framvegis kann gamla 20-krónan nýtast. Eftir ætlan skal baksíðan á 10-krónuni eisini broytast komandi ár, og baksíðan verður tann sama sum á nýggju 10-krónuni.
Tað eru 13 ár, síðan fyrsta 20-krónan varð send út av danska tjóðbankanum.