20 mill. kr. inn í oljuskatti

Skattainntøkurnar til føroyska landskassan í 2001 frá útlendingum, sum starvaðust í frálandavinnuni, og frá víddargjøldum, sum loyvishavararnir gjalda fyri leitiøkini, var umleið 20 milliónir krónur.






Oljuskattur

Umframt hetta kemur skattur frá útlendskum veitarafeløgum, sum ikki er uppgjørdur enn, og skattur frá føroyskum feløgum og persónum. Fyri føroyingar og føroyskar fyritøkur verður oljuvirksemið ikki uppgjørt fyri seg, og tí er torført við vissu at siga nakað um úrtøkuna fyri landskassan vísti Eyðun Elttør á á tingi í farnu viku.

Fíggjarmálastýrið hevur vegna samgonguna arbeitt við einum uppskoti um ein búskapar- ella oljugrunn, sum tað tíverri ikki eydnaðist at fáa lagt fram í hesi tingsetuni. Í hesum arbeiði havi eg lagt dent á, at framleiðslugjaldið, ið er heimilað í oljuloyvunum, skal beinleiðis í landskassan, tí endamálið við framleiðslugjaldinum var at útvega landskassanum inntøkur frá kolvetnisframleiðsluni, so skjótt hon byrjaði.

Føroysk luttøka ? royndarár
Oljuleitingin seinasta ár má partvíst metast sum eitt royndarár, tá um vinnuluttøku ræður. Sjálvt um røddir hava verið frammi, sum ikki eru nøgdar við samlaðu føroysku luttøkuna, haldi eg, at árið sum heild royndist væl. Afturmeldingarnar, sum vit hava fingið frá oljufeløgunum, vísa eisini, at tey eru væl nøgd við tað arbeiðið, sum føroyskar fyritøkur og føroyingar hava gjørt vísti Eyðun Elttør á.

Hann segði, at vit mugu minnast til, at treytirnar um føroyska luttøku onki siga um, at oljufeløgini skulu brúka eitt ávíst prosenttal av vørum og tænastum úr Føroyum. Slíkar ásetingar høvdu neyvan verið í samljóði við nútímans handilsavtalur við onnur lond. Uttan iva er komið fyri, at oljufeløg hava valt útlendskan veitara fram um føroyskan, men hetta eru viðurskifti, sum uttan iva fáast í rættlag, tá virksemið á føroyska landgrunninum gerst meira støðugt.

Enn eru endaliga uppgerðirnar fyri, hvussu nógvan penging oljufeløgini hava lagt eftir seg í samband við leitingarnar í fjør, ikki tøkar. Fyribils uppgerðir vísa, at umleið 150 milliónir kr vóru nýttar í Føroyum. Hetta svarar til umleið 25% av samlaða kostnaðinum fyri boringarnar. Ein stórur partur av hesi upphædd varð nýttur til tyrlu- og vøruflutning, og tí má roknast við, at stórar upphæddir fara av landinum aftur.

Skilagóð førleikamenning
Í leitiloyvunum er ásett, at oljufeløgini skulu brúka tilsamans umleið 85 milliónir yvir 6 ár til førleikamenning. Til tess at tryggja, at peningurin kemur so væl til sættis sum møguligt, varð gjørt av, at loyvishavararnir saman við vinnulívinum og útbúgvingarverkinum skuldu finna verkætlanir, sum eru førleikamennandi. Oljumálastýrið skal, áðrenn farið verður undir slíkar verkætlanir, góðkenna at stuðul verður latin av upphæddini, ið er markað til førleikamenning segði Eyðun Elttør og vísti á, at tað hevur verið fílst á, at vit ikki settu krav um, at peningurin til førleikamenning varð settur í ein grunn, sum føroyskir myndugleikar høvdu ræði á, heldur enn at lata oljufeløgini sjálvi verða við til at gera av, hvat peningurin verður nýttur til.

Í sambandi við loyvisveitingina, var tankin um, at oljufeløgini skuldu seta peningin til førleikamenning í ein grunn, havdur á lofti. Tankin var kortini skjótt sleptur aftur. Hildið varð, at oljufeløg, ið fara undir leiting á føroyskum øki, ikki eiga at sleppa undan at taka lut í føroyska samfelagslívinum, og í hesum sambandi eisini vera við til at eyðmerkja ætlanir, sum tey halda tað vera skilagott at stuðla. Somuleiðis varð mett, at fyri føroyska vinnu kann sjálvt samskiftið við altjóða oljuídnaðin vera mennandi. ? Lat meg so leggja afturat, at verður øll upphæddin til førleikamenning ikki brúkt í 6-ára leitiskeiðnum, kann restupphæddin verða latin í grunn. Annaðhvørt ein grunn, ið verður stovnaður til endamálið, men skilabetri er helst at lata upphæddina í onkran verandi grunn, t.d. granskingargrunnin vísti Eyðun Elttør á í tinginum í farnu viku.