20 milliónir til í gávu til tryggingartakaran

Tryggingartakarin fær eisini eina gávu frá Tryggingarfelagnum Føroyar, nú feløgini hava lagt samans. Allar tryggingar lækka við 8% - tilsamans einar 19-20 milliónir

? Hetta er størsta samanlegging av feløgum, sum er farin fram í Føroyum - størri enn tá bankarnir løgdu saman, segði forstjórin í Tryggingarfelagnum Føroyar á tíðindafundi í gjár í sambandi við samanleggingina av teimum seks tryggingarfeløgunum.

Og nýggja tryggingarfelagið vil fegið, at tryggingartakarin eisini skal merkja nakað - fíggjarliga - til, at feløgini nú eru løgd saman, og tískil verður bíligari at reka. Sum eina gávu til tryggingartakaran, lækkar nýggja tryggingarfelagið allar tryggingar við átta prosentum.

? Hetta er galdandi fyri allar tryggingar, legði stjórin dent á.

Til samans kostar henda príslækking Tryggingarfelagnum Føroyar einar 19-20 milliónir krónur, og er hetta tað, sum felagið væntar sær í rakstraravlopi í ár.

Umframt hetta hevur Tryggingarfelagið Føroyar eisini eitt byrjunartilboð til akfarstryggingar.

Higartil hevur Tryggingarsambandið Føroya býtt Føroyar upp í ymisk øki, tá tað hevur snúð seg um biltryggingar. Hetta hevur verið gjørt út frá tí, at tað er so ymiskt, hvar í landinum ymsu skaðarnir henda, og hvussu stórir teir eru. Politikkurin higartil hevur verið, at tey, ið brúka tryggingina mest, skulu gjalda mest.

Seinastu árini hevur landið verið býtt upp í tvey øki, tað bíligara hevur verið Streymoyggin og Sandoyggin, meðan restin av landinum hevur verið tað dýrara økið.

Men nú ger Tryggingarfelagið Føroyar alt landið til »tað bíligara øki« - og sostætt gjalda allir landsins bilaeigarar tað sama sum fólk á Streymoynni og Sandoynni.

Tryggingartakari, sum ikki fyrr hevur havt bil, byrjar á avsláttarstigi 5, tó soleiðis, at um skaði henir fyrsta árið, hækkar tryggingin við trimum stigum.

Aðrar broytingar verða eisini í akfarstryggingum, eitt nú tað, at bilførari, ið hevur koyrt »firmabil« í longri tíð, nú fer at kunna flyta bonusið, hann soleiðis hevur upparbeitt, við sær til egnan bil.