Hagstova Føroya hevur í morgun almannakunngjørt seinastu hagtølini fyri lønarútgjaldingar, og vísa tey, at 689 milliónir krónur vórðu útgoldnar í lønum í januar.
Sambært hagtølunum, so er talan um eina afturgongd á 20 milliónir krónur samanborið við desember. Í prosentum er talan um eina afturgongd á 2,9 prosent.
Hóast lønarútgjaldingarnar harvið eru minni enn í bæði november og desember, tá lønarútgjaldingarnar lógu um 700 milliónir krónur, so metir Hagstova Føroya ikki, at afturgongdin í januar vikar ta undirliggjandi gongdina í lønarútgjaldingum.
- Trendurin vísir framvegis ein trivaligan mánaðarligan vøkstur, eins og hann hevur gjørt seinastu tvey árini, skrivar Hagstova Føroya á síni heimasíðu.