20 nýggj raðhús við frálíkum útsýni

Eftir tíðarætlanini skulu øll húsini verða innilokað um ársskiftið og liðug næsta summar

BÚSTAÐIR

Enn ein røð av húsum er í gerð í høvuðsstaðarkommununi. Á Løgmannabreyt er fyrsta byggistig í gerð av 20 raðhúsum. Tað er Guttesen&Staksberg, sum hevur gjørt verkætlanina og tekningarnar, og tað eru eisini teir, sum gera veg, leggja kloakk og stoypa. Eyðfinn Vestergaard, timburmeistari, hevur síðani keypt arbeiðið til at gera liðugt.
Í komandi mánaði er stoypiarbeiðið liðugt og tá verður farið undir at smíða. Eftir tíðarætlanini skulu øll húsini verða innilokað um ársskiftið og síðani verður arbeiðið innandura gjørt. Tað skal verða liðugt komandi summar.
Húsini eru í ymsum støddum. Tey liggja um knapt 120 fermetrar við einum lítlum úthúsi upp til 150 fermetrar, og prísurin liggur uml. 10-11.000 kr. fermeturin. Bíligasta húsið kostar 1,23 mió. kr.
Tá ið øll byggistigini eru liðug, eru hundrað hús av hesum slagnum komin upp.
Øll tey fyrstu 20 húsini eru umbiðin.
- Gravgangurin hevur verið stórur, eini hundrað fólk standa á lista, men um allar umsóknirnar eru veruligar, veit eg ikki, sigur Eyðfinn Vestergaard.
Útsýnið, sum nýggju íbúgvarnir á Løgmannabreyt fáa, verður heilt framúr. Lítið sannlíkt er, at nakar byggir frammanfyri.