20 ár í dagrøktini

Tríggjar dagrøktarmammur í Kollafirði hava seinastu mánarnar havt 20 ára starvsdagar 1. fyrsta november høvdu Kitty Hansen og Helga Gaard báðar verið dagrøktarmammur í Kollafirði í 20 ár, og 1. februar hevði Bergfríð Anthoniussen eisini verið 20 ár í starvi sum kommunal dagrøktrarmamma.

Í samband við runda dagin hjá Bergríð Anthoniussen, var samkoma í nýggju spælistovuni Norðuri í Sundum í Kollafriði, har Katrin Petersen, leiðari fyri Barna og ungdómsdeildina hjá Tórshavnar kommunu, og nýggi leiðarin fyri Dagrøktarskipanina hjá Tórshavnar kommunu, Karla Danielsen, vóru komnar at heilsa upp á Bergfríð, skrivar Tórshavnar Kommuna í tíðindaskrivi.

Eisini onnur stukku inn á gólvið at fáa sær ein kaffimunn og okkurt afturvið, eins og hinar dagrøktarmammurnar, sum vera man, eisini vóru við.