20 ár síðani Marita varð løgmaður

Í dag eru 20 ár liðin, síðani Marita Petersen varð vald til løg­mann – og Før­oy­ar fyri fyrstu og ein­astu ferð høvdu kvinn­u­­lig­an løg­mann.

Mar­i­ta Pet­er­sen tók við løg­mans­sess­inum hend­an dag­in eftir Alta P. Dam, sum legði frá sær í hálv­um val­skeiði. Hes­um boð­aði hann longu frá, at sam­gong­an varð skip­að mill­um Javn­að­ar­flokk­in og Fólkaflokkin í jan­uar í 1991.
Javn­að­ar­flokk­ur­in hevði fýra fólk í lands­stýr­i­num. Um­framt Alta Dam vóru Mar­ita Pet­er­sen, Jó­ann­es Eid­­es­gaard og Thom­as Ar­­a­­bo. Val­ið av løg­manni stóð mill­um hesi.
Á floks­leiðsl­u­fundi 16. jan­u­ar valdi floks­leiðsl­an hjá Javn­a­­ð­ar­flokk­i­num, at Mar­­ita Pet­er­sen skuldi taka við løg­mans­sess­inum.
Hon sat sum løg­mað­ur fram til 10. se­p­tem­b­er í 1994.