200.000 evropear vita ikki at tey hava HIV

740.000 fólk í Vestur- og Miðevropa eru HIV-smittað, men triði hvør veit ikki av tí.

-Umleið 30 prosent av teimum umleið 740.000 ES-borgarunum, sum hava smittuna í sær, vita tað als ikki. Tí er vandi fyri, at tey fara at smitta onnur, og tað er helst hendan vantandi vitanin, sum ger, at HIV framvegis breiðir seg, sigur leiðarin á evropeiska smittustovninum, Zsuzaanna Jakob, við Politiken.

Á einari HIV-ráðstevnu í týska býnum Bremen í síðstu viku segði týski kanslarin, Angela Merkel, at hon fer at taka trupulleikarnar við HIV upp á ES-toppfundinum, sum verður í juni.

Serfrøðingar siga, at framstig í bardaganum ímóti HIV og eyðkvæmi hava gjørt, at færri doyggja av sjúkuni nú enn fyrr, men at hendan gongdin samstundis er vorðin ein koddi, soleiðis at sjúkan verður ikki tikin í sama álvara longur.

-At ein triðingur av teimum smittaðu als ikki vita, at tey hava smittuna í sær, er sera álvarssamt, sigur danski læknin Jan Fouchard, sum var millum luttakararnar á ráðstevnuni í Bremen.