200 børn fleiri í skúla næsta ár

Tilgongdin av fólkaskúlanæmingum komandi skúlaár er stór um alt landið, serliga í miðøkinum

Í løtuni ganga 7018 næmingar í føroyska fólkaskúlanum. Sambært uppgerðini frá skúlunum, ið skrivaðu næmingar inn mánaðarskiftið januar-februar, økist næmingatalið við 200 næsta skúlaár.

- Vit hava kannað eftir, hvussu tað ber til, at tilgongdin er so stór, men vit síggja ikki rættiliga, hvaðani hon stavar. Ein partur eru flytingar millum øki og úr útlandinum. Størsta tilgongdin í næmingatalinum eru til skúlarnar í Havn og miðøkinum annars, men eisini á øðrum stórum plássum er stór tilgongd. Bert fáa staðni eru smáar minkingar í næmingatalinum.

- Vit hava eitt yvirlit yvir hvønn árgang frá 0-6 ár frá fólkayvirlitinum, men kortini er sætti árgangur, tað vil siga árgangurin av børnum, ið fara í skúla fyri fyrstu ferð í ár, væl størri enn tølini vísa, sigur Hensar Ellingsgaard, deildarstjóri í Undirvísingar- og mentamálastýrinum.

Ein orsøk til júst hetta kann vera, at børn, sum eru fødd aðra staðni enn í Føroyum, ikki verða tald við. Nógv, ið fluttu av landinum í lestrarørindum og orsakað av kreppuni, eru komin aftur. Landsfólkayvirlitið hevur ikki uppgerð yvir, hvussu stórur partur av teimum eru smábørn.

Stóra tilgongdin av næmingum kann partvís stava frá, at børnini, ið fara í skúla í summar, eru børn, hvørs foreldur eru úr stóra árganginum, ið varð føddur í 1966/67. Børnini, ið fara í skúla fyrstu ferð í ár, eru fødd í 1992. Tá vóru 788 børn fødd í Føroyum. Til samanberingar vóru 624 børn fødd í fjør.


Dýrari at reka

Stóra tilgongdin av næmingum merkir, at føroyski fólkaskúlin verður væl dýrari at reka næsta ár í mun til í ár. Umleið 360 fleiri læraratímar vera næsta ár. Leysliga mett svarar tað til, at eini tíggju lærarar skulu setast í starv ella ein meirkostnað á slakar tvær miljónir krónur.

- Ikki er vist, at talan verður um so nógvar lærarar afturat. Tað kann vera, at næmingarnir passa inn ymsa staðni. Alt veldst um, hvussu hvør einstakur skúli leggur til rættis. Men skúlarnir fáa fleiri tímar fyri hvønn næming og tað eru tímarnir, ið kosta.

- Vit fáa ikki gjørt tímabýtið, fyrr enn vit hava fingið pengar at gjalda tímarnar fyri. Landsstýrismaðurin í undirvísingarmálum skal fyrst hava grønt ljós frá landsstýrismanninum í fíggjarmálum til játtanina, sigur Hensar Ellingsgaard.

Fyrr enn hesi viðurskifti eru komin uppá pláss, fáa fólkaskúlarnir kring landið ikki tímabýtið. Og fyrr enn tímabýtið er greitt, ber ikki til at lýsa eftir lærarum. Lærarar, sum hava søkt um farloyvi, hava av somu orsøk heldur ikki fingið at vita, um tað letur seg gera. Undanfarin ár hava hesi viðurskifti verið avgreidd í apríl. Skúlastjórarnir kring landið hava tí styttri tíð at fyrireika næsta skúlaár enn teir áður hava havt. Deildarstjórin í Undirvísingar- og mentamálastýrinum roknar við, at hetta verður avgreitt fyrsta dagin.