200 føroyskir matpakkar í Ukraina

Neyðhjálparbussurin Eysturhjálp býtur út 200 matpakkar til tey ringast støddu í býnum Uzhorod.

- Vit hava júst fingið váttan um, at pengarnir eru komnir fram, og at tey hava keypt nakrar matpakkar, sigur Eysturhjálp.

- Nú ukrainar halda jól 6. januar, hava vit frá Eysturhjálp valt at senda 15.000 krónur til okkara hjálparfólk í Ukraina, so tey kunnu keypa mat til flóttafólk og onnur neyðstødd.

Tað sigur Eysturhjálp í tíðindaskrivi í kvøld.

- Vit hava júst nú fingið váttan um, at pengarnir eru komnir fram, og at tey hava keypt nakrar matpakkar í dag, 5. januar. Tey siga, at tey klára heilar 200 stórar matpakkar fyri pengarnar, og at allar 200 familjurnar hava fingið mat frá okkum teirra jóladag, 6. januar.

Eysturhjálp vísir á, at har vesturi í Ukraina eru nógv fólk, sum eru flýdd undan krígnum, sum var har eysturi í landinum millum russar og ukrainar.

- Hesi stakkals fólk sleppa ikki heim aftur, eitt nú tí, at húsini er bumbað í sor - ella tí, at russarasinnað fólk hava yvirtikið teirra ognir á staðnum. 

Lagt verður aftrat, at hesum familjum hevur Eysturhjálp áður hjálpt.  

- Fyrstu ferð var á heysti 2014, tá vit vóru har við hjálparbussinum - og so aftur í 2015, tá vit sendu 10 tons av klæðum og øðrum. Nú til jólar fáa tey so eisini ein góðan matpakka til alla familjuna.

Eysturhjálp sigur, at avgerð er tikin um at fara inn í Ukraina 24. mars í ár og heilt eystur í landið, har kríggið var.

- Seinni í ár liggur so leiðin aftur til Moldova og Rumenia, verður sagt í tíðindaskrivi í kvøld.