200 vil við hesum vísa Kaj Leo og Jørgini sín fulla og heilhjartaða stuðul í teirra
ætlanunum at hakka blokkin. Tað skrivar bólkurin 200 í einum tíðindaskrivi.
Tey flestu vita allarhelst, at bólkurin 200 ikki tekur undir við politikkinum hjá sitandi samgongu. Í kjalarvørrinum av kunngerðini hjá løgmanni um, at hann í heyst ætlar at samráðast við donsku stjórnina um ríkisveitingina enn einaferð, hava menninir í 200 funnið ein nýggja máta hjá løgmanni at hækka blokkin nevniliga at hakka hann.
-Blokkurin hevur verið okkum góður, men nú er tann stundin komin til handa, at blokkurin verður hakkaður, sigur Mikael Blak, bassleikari í 200. Uni Árting, sum spælir trummur, tekur undir við honum. Hann staðfestir, at nú er tíðin komin til broyting.
-Vit hava fryst, tiðnað og prístalsviðgjørt hann, men vit hava enn ikki hakkað hann, sigur hann.
Tá 200 á G-festivalinum fer at seta eld á Gøtusand komandi vikuskifti verður blokkurin óivað eitt heitt evni.
Tað kann væl vera, at vit fara at hakka nakað av blokkinum á G. Tað kann væl vera, sigur Niels Arge Galán at enda.
200 hevur gjørt ein film um hvussu teir halda, at blokkurin kundi verið hakkaður. Filmurin sæst her: vimeo.com/38901087<http://vimeo.com/38901087>