Forvitnislig konsert við Punk/rock bólkinum 200 verður í Klaksvík um vikuskiftið.
Tað er nevniliga fríggjakvøldið 11. desember at teir vera at hoyra í Club 700.
Við sær hava teir ein, ið kallast Viktor Kingo, ið kemur at hita upp áðrenn
sjálva konsertina. Eisini verður Diskotek við DJ Olaf Joe.
Hetta er fyrsta konsertin hjá 200 í Klaksvík í langa tíð.