200 ung fáa arbeiðsboð í dag

Frá 30. juni og fýra vikur fram verða tilsamans 200 ungfólk at síggja ymsastaðni í Tórshavnar kommunu, har tey fara at fríðka um og annars gera ymiskt fyrifallandi arbeiði. Tilsamans 171 gentur og 221 dreingir meldaðu seg til »Ung í arbeiði«, og av hesum 392 fáa 200 í dag boð um, at teldan hevur valt júst tey út til at sleppa til arbeiðis í summar.

Nøvnini á teimum 200, sum fáa arbeiðsboð frá Tórshavnar kommunu, eru longu nú at finna á heimasíðuni www.torshavn.fo

Vit vildu fegin givið fleiri arbeiði, men tíverri er ikki pláss fyri øllum, sum hava søkt. Men eru tað onkrir av umsøkjarunum, ið hava aldur til »Ung í arbeiði« aftur næsta ár, so mugu tey endiliga liggja framvið og søkja aftur tá, sigur Linda Petersen, ið samskipar verkætlanina »Ung í arbeiði«.

Eru tað nøkur av hesum 200, ið onkursvegna ikki kunnu møta til arbeiðis, mugu tey sum skjótast boða Snarskivuni frá á tlf. 302010, so onkur av hinum umsøkjarunum kann fáa arbeiði í teirra stað.

Tey ungu skulu møta til arbeiðis klokkan átta um morgunin, og arbeitt verður til klokkan fýra seinnapartin. Íroknaður døgurðasteðgur í 20 minuttir, og tey ungu mugu sjálv hava matpakka og okkurt drekkandi við. Til serligt arbeiði verða arbeiðsklæði útflýggjað, men sum heild verður heitt á tey ungu at møta í vásaklæðum og skóm ella stivlum, ið egna seg til arbeiðsbrúk.

Sum vanligt er í sambandi við »Ung í arbeiði«, verða tey ungu sett eftir vanligum setanartreytum og lønt eftir sáttmálaavtalaðu tímalønini hjá Havnar Arbeiðsmannafelag. Tað vil siga, at tey 14 ára gomlu fáa hálva arbeiðsmannaløn, sum er 53,43 krónur um tíman, og tey 15 og 16 ára gomlu fáa tríggjar fjórðingar av arbeiðsmannalønini