HÓSVÍK
Søgan sigur okkum, at tað er strævið at fáast við sølu av fiski á føroyska heimamarknaðinum. Nógvar royndir eru gjørdar, og tað er ikki langt síðan, at ein fiskahandil miðskeiðis í høvuðsstaðnum læt aftur.
Á Krás í Hósvík royna tey seg nú við knettum, frikadellum og fiskafarsi.
Alberg Gaardlykke, dagligur leiðari á Krás, sigur, at tey hetta seinasta árið hava keypt fryst gulllaksafars frá Tavuni í Leirvík, sum tey síðan hava tiðnað og virkað til knettir, frikadellur og hava selt út aftur sum fars.
- Vit hava roynt ymiskt úr fiski saman við ymiskum veitarum, men vit hava ikki fingið veruliga sølu á hetta. Nú gera vit so hesa royndina, har vit keypa rávøruna frá Tavuni. Vit taka frostið úr farsinum, og síðan verður vøran, sum vit framleiða, ikki fryst aftur, men fer út aftur sum kølivøra.
Hann sigur, at Krás soleiðis framleiðir eini 2000 knettir og frikadellur um vikuna, umframt at virkið selir fiskafars, sum er klárt at elta og leggja á pannuna.
- Vanliga hava vit hesa framleiðslu á virkinum fríggjadag, og hesin parturin av virkseminum skapar einar 30 arbeiðstímar um vikuna, sigur Alberg Gaardlykke.