2000 løgreglumenn umhugsa at siga upp

Danskir løgreglu­menn halda seg fáa ov lítið í løn, og tí umhugsa nógvir teirra at fáa sær annað arbeiði. Fleiri hava longu gjørt tað

Brian Falk ein av løg­reglu­monnunum, sum hevur fingið sær annað arbeiði. Í tíggju ár var hann løg­reglu­maður, men í dag arbeiðir hann sum trygdarmaður hjá einum flutningsfelagi í Kol­ding. Tað hevur havt stóra týdning. Hann fær umleið 50 prosent meiri í løn, enn hann fekk í løgregluni, og arbeiðstíðin er munandi betri, skrivar Ritzau.

Formaðurin í danska løg­reglumannafelagnum, Peter Ibsen, sigur við danska út­varpið, at hann hevur fingið teldubræv frá umleið 2.000 løgreglumonnum, sum umhugsa at siga upp og at fáa sær annað arbeiði. Vansarnir eru vorðnir ov mangir og lønin ov lítil, sig­ur hann og vísir á, at byrj­an­arlønin hjá einum ungum løgreglumanni er 21.000 krón­ur um mánaðin, og tá arbeiðir hann partvíst um náttina og í vikuskiftunum.

Sambært Peter Ibsen hava løgreglumenn ikki torført við at fáa annað arbeiði, og tað eru serliga fyritøkur innan trygging og trygd, sum vilja hava løgreglumenn í arbeiði, sigur hann.