Umhvørvi
Oljudálkingin á Havnarvág er sera umfatandi, sambært Hans Davidi Hansen, innsatsleiðara fyri Tórshavnar sløkkilið, eru yvir 2000 litrar av olju farnir á sjógv. Men hann sigur, at tað gongur væl við at avmarka dálkingina, og at arbeiðið við at taka oljuna upp gongur betri enn væntað.
Í Vágsbotni er roykurin av olju sterkur, og nógv olja sæðst á sjónum. Nakað av fugli er eisini dálka, og tá Sosialurin var á staðnum í morgun gekk ein oljudálka æða úti á skinnarasker. Hans David Hansen greiddi frá, at har var einki annað at gera, enn at kippa hana.
Enn er ikki staðfest hvaðani oljulekin stavar. Hans David Hansen sigur, at umborð á garnaskipinum Nim, ið er á beding á Tórshavnar skipasmiðju, hava tey vátta, at nakað av olju er farið á sjógv, men als ikki so stór nøgd. Eisini hava folk boðað sløkkiliðnum frá, at tey sóu olju á sjónum longu týskvøldið og hetta var, áðrenn Nim kom á beding.
Kanningar gjørdar í málinum
Vakthavandi á løgreglustøðini í Havn sigur, at kanningar verða gjørdar í málinum, og Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur tikið royndir av oljuni við Eystaru bryggju, í Vágsbotni og við Skinnaraskerð fyri at sammeta hana við oljuna umborð á skipum, ið kunnu hava staðið fyri dálkingini. Vakthavandi hevur ongar viðmerkingar til ákærurnar hjá Heðini Mortensen, borgarstjóra, og Elini Lindeskov, forkvinnu í Heilsu- og umhvørvisnevndini, um at dálkingarmál ikki verða tikin í nóg stórum álvara av løgregluni. Hon vísir á, at løgreglan savnar prógv í tílíkum málum, og síðani verður málið sent til fútaskrivstovuna, og at tað tí er haðani, at viðmerkingar mugu koma til málið.