2000 nýggj arbeiðspláss í føroysku fiskivinnuni

Um stutta tíð skulu tríggjar týðandi avgerðir takast um okkara fiskivnnu og tað umfatar bæði tilfeingisgjald, burðardygd og nógv størri virðisøking. Tað var boðskapurin hjá Kaj Leo Holm Johannesen, løgmanni, á landsfundinum hjá Sambandsflokkinum í Skopun í morgun.

Hann sigur, at fyrsta týðandi avgerðin, sum skal takast, er at áseta tilfeingisskatt á allan føroyskan fisk.

Tað merkir, at tilfeingisskattur skal leggjast á eini 400.000 tons av fiski.

- Hetta er neyðugt fyri at fáa marknaðarkreftirnar at virka og fyri at staðfesta, at fiskiríkidømi er fólksins ogn.

Onnur stóra avgerðin er at fáa okkara fiskivinnu altjóða viðurkenning sum eina burðardygga fiskivinnu.

Og triðja stóra avgerðin er at alt fiskiríkidømi okkara skal virðisøkjast sum mest í Føroyum, áðrenn tað verður selt út í heim.

- Hetta fer at gera okkum kappingarfør og fer at skapa 2000 nýggj arbeiðspláss í føroysku fiskivinnuni, sigur løgmaður.

So stendur tað til vinnuna at gera av, hvussu fiskiríkidømið, sum vinnan hevur goldið fyri og virðisøkt, verður selt hægstbjóðandi út í heim.

Hann leggur afturat, at í hesum sambandi er neyðugt, at lógin um, at øll fiskirættindi verða inndrigin í 2018, verður avtikin.

- Annars veksur ótryggleikin í vinnuni bara, tess meiri vit nærkast 2018, segði Kaj Leo Holm Johannesen.

Á myndini eru tað Niels Nattestad, skrivari Sambandsfloksins, og Helgi Abrahamsen, tingmaður, í práti um dagsins viðurskifti.