2000 nýggj arbeiðspláss í fiskivinnuni

FISKIVINNA Tilfeingisgjald, burðardygg veiða og økt virðisøking skulu útvega okkum 2000 nýggj arbeiðspláss í fiskivinnuni, sigur Sambandsflokkurin

Nú skulu tiltøk setast í verk, sum fara at útvega okkum 2000 nýggj arbeiðspláss í føroysku fiskivinnuni.
Tað var boðskapurin hjá Kaj Leo Holm Johannesen á landsfundi Sambandsfloksins í Skopun leygardagin.
Hann staðfestir, at eingin ivi er um, at um stutta tíð skulu at tríggar týðandi avgerðir takast um okkara høvuðsvinnu.
- Lat okkum gera hattrick fyri at lyfta alla høvuðsvinnuna upp í champions leauge, sum gamli málmaðurin tók til á rámandi myndamáli

Hattrick
- Tann fyrsta avgerðin er at taka eina endaliga støðu til, hvussu vit áseta eitt tilfeingisgjald á allan føroyskan fisk.
Tað merkir, at tilfeingisgjald skal leggjast á eini 400.000 tons.
- Tað er neyðugt fyri at fáa marknaðarkreftirnar at virka og fyri at staðfesta fiskiríkidømið er fólksins ogn.
Annað næsta neyðuga stigið er at leiða okkum burtur frá lokalari burðardygd til altjóða burðardygd.
- Tað nyttar einki at vera føroyskur heimsmeistari í burðadyggari veiði, tá ið okkara keyparalond ikki vita av tí og tað eru tey altjóða krøvini, sum verða avgerðandi.
Tann triðja stóra avgerðin at taka, er, at alt matvørutilfeingið, vit føroyingar eiga í hesum parti av heiminum, eigur at virðisøkjast í so stóran mun sum gjørligt, áðrenn tað verður selt víðari út í heim.
- Tað fer at gera okkum kappingarfør og skapa eini 2000 nýggj arbeiðspláss í okkara høvuðsvinnu.
Verða hesar tríggjar fortretýtirnar í lagi, eigur restin at verða upp til vinnuna sjálva at gera av, hvussu virðisøkingin av tí ríkidømi, hon hevur goldið fyri, verður seld hægstbjóðandi um allan heim
Men í hesum sambandi sigur løgmaður eisini, at samstundis er tað neyðugt, at lógin um at øll rættindi verða inndrigin í 2018 verður avtikin, tí nærri vit koma 2018, størri verður ótryggleikin hjá vinnuni um framtíðar karmar.

Føroyar í fremstu røð um fimm ár

- Um fimm ár skulu Føroyar verða ímillum fremstu lond í heiminum, tá ið talan er um virðisøking av matvørum úr sjónum.
Hetta er málið, vit eiga at seta okkum, segði Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður og formaður Sambandsfloksins, á landsfundi floksins leygardagin.
Fyri at hava nakran møguleika at røkka hesum máli, er neyðugt at skipa fiskivinnuna av nýggjum við færri og sterkari vinnutólum.
Tað er hetta, sum skal til, fyri at vit skulu verða fult kappingarfør við heimsins lond, bæði tá ið talan er um burðadygga veiðu og kappingarførar virðisøkingareindir.
Í hesum sambandi staðfestir hann, at ein kappingarfør virðisøkingareind kann vera antin eitt skip ella eitt virki, ella bæði.

Missa milliardir
Kaj Leo Holm Johannesen førdi fram, at høvdu vit borið okkum rætt at seinastu tíggju árini, hevði okkara útflutningur ikki verið fýra milliardir í dag, men fleiri milliardir størri.
- Her hugsi eg fyrst og fremst um alla ta virðisøking og allar teir arbeiðstímar, vit geva okkara kappingarneytum við at lata okkara ráðvøru upp í hendurnar á okkara kappingarneytum okkara
- Eg eri ómetaliga spentur uppá tey næstu fimm árini í føroyskari útflutningsvinnu, og eg eri bjartskygdur um, at vit koma at skapa stóran vøkstur bæði inna fiskivinnu og alivinnu, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.