201 fólk vórðu koppsett í gjár

65 prosent av føroyingum er nú liðugt koppsettir

Í gjár vórðu 201 fólk koppsett. 46 fólk fingu fyrra prikið og 155 fólk fingu tað seinna.

 

Nú hava 36.785 fólk fingið fyrru koppsetingina. 34.731 fólk hava fingið seinnu koppsetingina, og eru liðugt koppsett. Tað merkri, at 68,9 prosent hava fingið fyrr sproytuna, og at 65 prosent eru liðugt koppsett.

 

Tilsamans 71.516 koronukoppsetingar eru gjørdar í Føroyum.